Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jørð
Jacob Vestergaard setti landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg ein fyrispurning sambært § 52 a í tingskipanini um ognartøku av almennari ogn/festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini, og hon hevur nú svarað.
Fyrispurningurin var stutt og greitt um kommunur hava heimild at ognartaka almenna ogn/festijørð eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.
Sirið Stenberg svarar, at ”Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk”. Men síðani stendur:
Uttanríkis- og mentamálaráðið metir [...] ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð”.
Tað vil siga, at bert privat ogn kann ognartakast av kommunum. Ein kommuna kann ikki ognartaka jørð hjá tí almenna ella festijørð.