Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein ógvuliga áhugaverd og rørandi frásøgn frá einum hóligum skilamanni | Mynd: Dávur Winther

Tað var ein frægd at hoyra Ásmund greiða frá

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  19.02.2026 - 21:29 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sera nógv fólk vóru komin saman í Betesda - av tí mesta í morgun á hósdagskaféina at lýða á, meðan Ásmund greiddi frá um sjólív sítt, sum byrjaði, tá ið hann var 14 ára gamal.

Ein hittinorðaður svínoyingur settist undir liðina á Ásmundi undan framløguni. “Eg havi hoyrt, at tú hevur biðið lovað tær at siga frá”? Sigur hesin við Ásmund. “NOY, tað passar ikki”! Segði Ásmund vissiliga. Ásmund hevur ikki runnið aftaná mikronini, men dugað at siga tað, sum sigast skal, har tað er neyðugt – ein sáttaligur og dámligur maður.

Ásmund fleyt nógv á víkini sum unglingi, og var nógv saman við einum eldri manni – Edvard Jacobsen, sum hann lærdi so nógv av. Ásmund undraðist á, at Edvard tímdi at hava seg við, tí hann var so ringur av sjóverki. Men hugagóður man Ásmundur hava verið, ið Edvard helst hevði varnast.

Ásmund misti ikki hugurin til sjógvin og fór sín fyrsta túr við Jógvan S, 14 ára gaman sum messur hjá pápanum, ið var kokkur. Hann fekk sín setning fyri og sítt arbeiði at passa, eins og hann tók við ábyrgd.

Seinni sigldi hann ymsa staðni saman við Benna, teimum hjá Mortani og øðrum. Einaferð var hann við Svenning – kendar eru myndirnar, Svenning hevur tikið við Jóannes Paturssyni, har dekki flýtur við fiski.

Seint í 70-unum fór Ásmund við Marjun III, sum Svenning førdi. Teir fiskaðu væl, men Svenning dreiv eisini nógv á, so svøvnurin var lítil. Teir lógu vestanfyri Mykines og trolaðu. Menn vóru illa svøntir. Nú vaknar ein maður, fer upp og hyggur út á dekkið. So sum weirarnir stóðu, dugdi hann at síggja, at teir høvdu fast í botn.

Maðurin hyggur um seg fyri kanska at boða frá, men sær, at Svenning situr og svevur í messuni – flytir seg eitt sindur, sum báturin rullaði. Nei, hugsaði maðurin, Svenning hevur brúk fyri einum lúri og legði seg aftur. Hálvanannan tíma seinni, kemur róp í, at trolið var fast í botni.

So at hála og greiða trolið, fáa tað syndri, sum var í til høldar og so skjóta aftur.

Nógv ár seinni hittir Ásmund Svenning í SMS. Teir fara ein biltúr og sjálvandi framvið Baccalao. Har hitta teir mannin, sum var uppi hesa náttina, og fortelur hann, at hann bara lat Svenning sita, og legði seg aftur, tí menninir vóru túraðir – eisini skiparin. Á, lat í Svenning. “Tit eru gavstrikkar, eru tit”!

Ásmund hevði eisini siglt saman við russarum, sum hann hevði alt gott at bera sum fitt og rakst fólk. Tá ið tað gekk illa í hond umborð, søgdu teir allir eitt orðafelli og tóku tað uppaftur. Ásmund spurdi hvat hetta merkti? Jú, søgdu teir, at hetta var gamalt frá krígnum, tá ið tað gekk illa í hond á slagmarkini, sum søgdu teir: “Tak ryggsekkin og far heim”!

Hetta helt Ásmund, var ikki so býtt, og at teir skuldu havt gjørt meira av tí mótvegis Ukraina.

Seinastu 23 árini hevði Ásmund siglt við Kjølbrobátunum og hevði hann nógv gott at bera Hanusi Hansen, reiðara. Hetta var eitt gott reiðarí og høvdu hesi 23 árini verið hansara besta tíðin á sjónum, har hann ongantíð var tikin av ræði, men kort skipini, sum síni egnu.

Tó gekk seinasti túrurin heim í 2023 ikki so væl. Teir hálaðu síðsta tovið, men kendi Ásmund seg illa fyri brynguna. Stýrimaðurin, Rógvi á Tjaldrafløtti, sum eisini var útbúgvin portørur, segði beinan vegin, at hetta var blóðproppur í hjartanum. Hann legði Ásmund til rættis og tilkallaði tyrlu, sum kom tveir tímar seinni við lækna umborð, ið eisini fekk staðfest, at talan var um blóðpropp.

Ásmund var flogin til Noregs, fekk stentar ísettR, lá leingi har og var lagdur í respirator ½ mai – seinni flogin til Danmarkar og síðani til Føroyar – alla tíðina í respirator, sum hann ikki kom úr aftur fyrr enn ½ august.

Tað er fyri øllum, eisini læknum, eitt undur, at Ásmund er komin so væl fyri seg, og nú kann halda drúgvan og áhugaverdan fyrilestur um lív sítt á havinum, sum Ásmund eisini takkaði fyri.

Læknarnir mæltu fleiri ferðir til at sløkkja fyri respiratorinum, men tað vildu synirnir ikki. Læknarnir søgdu, at hann við vissu hevði fingið heilaskaða og kom at liva við heilaskaði. Ásmund helt fyri, at tann heilaskaða, hann hevði fingið, hevði hann fingið í Svínoy, sum ikki var so vandafullur.

Tó viðgekk hann, at tá ið hann vaknaði aftur, spurdi hvar hann var, og fekk at vita, at hann var í Havn, var hann eitt sindur “skuffaður” – Hann var vissur í at vakna upp í Himlinum.

Ein ógvuliga áhugaverd og rørandi frásøgn frá einum hóligum skilamanni, sum eisini hevur greitt frá, at Edvard í Svínoy, Edvard Jacobsen hevði lært seg tol!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskáin fríggja­dagin
Tað var ein frægd at hoyra Ásmund greiða…
Brekumboðið: Brekrættinda­sáttmálin ikki…
Guðrið Højgaard: - KG verður flottasta h…
Bankatoskur á Torradøgum!
Treysti hevur aðalfund
Góð Torravika á bókasavninum
Barbara nýggj forkvinna í Suður­streymoya…
Norðoya Bátafelag á Torradøgunum
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
Sindur um sild
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
- Tað er er aloftast tað serstaka, tað l…
Myndarøð: Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Ferðavinnu­ráð­stevnan í Varpinum sett
Torraskráin hósdag
Hvat verður av Sambands­flokki­num norðanf…
Reyðakrossbúðin fyllur 1 ár
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lýsing