Guðrið Højgaard: - KG verður flottasta hotellið í landinum
Fantastiskt! Tað var inntrykkið, tá Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, hevði av ferðavinnuráðstevnuni í Varpinum. Men hon væntar sær uppaftur meira av komandi hotellinum, sum hon nevndi fleiri ferðir sum eitt tað størsta átakið frameftir í føroyskari ferðavinnu
Guðrið Højgaard fegnaðist um, at vit hava fingið ein so stásiligan karm sum Varpið, og hon var eisini spent uppá nýggja hotellið, sum letur um innan fáar mánaðir. ”Fólk fara at tosa um »Klaksvík áðrenn hotellið« og »Klaksvík aftaná hotellið«”, segði hon.
Tað sær eisini gott út fyri ferðavinnuna í Føroyum hetta árið, segði Guðrið Højgaard, og legði afturat, at tað eisini gekst væl í fjør. Vøksturin hevur ikki verið so øgiliga stórur, men tað kvinkar uppeftir og gongur rætta vegin, helt hon fyri. Og sum heild heldur hon, at tað til tíðir bara ljóðar, sum um nógv í Føroyum eru ímóti ferðavinnu, men hon heldur tað vera tey negativu, sum bara rópa harðast. Visit Faroe Islands ger nevniliga hugburðskanningar, og tær vísa, at nógv tann størsti parturin av føroyingum er positivur, hvat viðvíkir ferðavinnu.
Alla tíðina leggjast nýggir útbjóðarar afturat í ferðavinnuni runt um landið. Nógv av tí er stutttíðarleiga, har annað hvørt mansbarn í landinum nú leigar út til ferðafólk, men tá er talan um hjávinnu. Nógvir nýggir ferðaleiðarar eru komnir, og vit síggja eisini fullar matstovur, nýggjar matstovur og tað sama viðvíkjandi hotellum í Føroyum.
Seinastu árini er hent øgiliga nógv positivt í føroysku ferðavinnuni, sigur Guðrið Højgaard, og nevnir enn eina ferð hotellið í Klaksvík, herundir 2. spa’ið í Føroyum, og eisini høllina við Tjarnir í Havn, sum somuleiðis er vorðið eitt trekkplástur. Hartil hevur ein føroysk matstova fingið 2 Michelin-stjørnur, fyrsta spa’ið er longu komið, og alt hetta eru dømi um ”gamechange’arar”, hvat viðvíkir føroyskari ferðavinnu, ið tað verður ótrúliga spennandi at fylgja við í.
”Eg meti, at KG fer at verða tað flottasta og tað lekrasta hotellið í Føroyum”, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, ið er spent at síggja tað liðugt.
Um ferðavinnuna í Norðoyggjum annars sigur Guðrið Højgaard, at ferðavinnuráðstevnan vísir sær, at har eru fleiri útbjóðarar, sum hon aldrin hevur møtt áður, og tað ger sera hugaligt. Fólk leggjast afturat ferðavinnuni í heilum, og tey eru serliga sjónlig á tílíkum ráðstevnum. Fólk bjóða seg fram við nógvum øðrum enn bert fínum matstovum og hotellum; millum tilboðini til ferðavinnuna á ráðstevnuni finna vit eisini bæði syltitøy, bindigreiðir, dans og tað at grilla pylsur.
Fiskamatstovu til Klaksvíkar!
Guðrið Højgaard endar samrøðuna við Norðlýsið við at senda eina lítla bøn upp eftir til tann ella tey, sum á matstovum valda: ”Nú vóni og vænti eg, at nú kemur tann besta fiskamatstovan í landinum, og at hon fer at vera í Klaksvík!”
Við til ta søguna hoyrir, at Norðlýsið og stjórin í Visit Faroe Islands hava tosað (sí tíðindastubba niðanfyri) um tørvin á eini fiskamatstovu í Klaksvík fyri fleiri árum síðani, og hon var samd við blaðið í, at tað tá var spell, at ein tílík fiskamatstova ikki longu var komin í býnum.
Nú verður tað vónandi!