Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  02.02.2026 - 11:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í seinastu viku var kvæðastevna fyri miðdeild í Norðurlandahúsinum, har 1600 børn luttøku yvir 4 dagar.

 

 

Frá Skúlatrøð vóru tað 4 skúlaflokkar, sum høvdu meldað til, og fóru teir við bussinum árla mikumorgunin. Tað vóru næmingar og lærarar í 4.a, 5.a.b. og 6.b, sum hugalig og spent fóru til havnar.

Dagurin var væl skipaður við verkstovum og felags dansi, men tað var kanska serliga kvæðatalent, sum næmingarnir vóru serliga spentir uppá og høvdu fyrireikað seg til.

Flokkarnir høvdu vant kvæði, stev, kropsburð og rødd, fyri at sýningin fyri dómarunum skuldi verða so góð sum gjørligt, og so var spennandi at vita, hvør fekk 1. pláss og vann kappingina.

Okkara fingu rósandi orð fyri sýningarnar, men tað rakk tó ikki til eitt fyrstapláss, men hóast tað, so var dagurin góður og læruríkur.

Dagurin endaði við einum braki, tá Hamradun hevði eina fantastiska konsert fyri næmingunum. Ein alvorliga góð konsert, har Hamradun fekk áhoyrararnar við, og so sungu næmingarnir so sera væl við eisini.

Vit á Skúlatrøð takka fyri góða tiltakið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu
Jóannes Bjartalíð fingið nýtt lið
Torradagar nærkast
Verður skannarin gagnnýttur til alt tað…
Finalumøguleikar­nir hjá ÍF fána eftir 3-…
Storm í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna
KÍ tapti 1-0 móti GAIS
Hesir byrja inni hjá KÍ
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18