Storm í Klaksvík
Storm letur skrivstovu upp í Klaksvík og styrkir harvið tænastuna til lokalu vinnuna og stovnar.
KT-fyritøkan Storm kunnger í tíðindaskrivi, at felagið letur upp skrivstovu í Klaksvík, fyri at veita breiðari og enn betri KT-tænastur til fyritøkur, stovnar og aðrar vinnukundar í Norðoyggjum.
Storm er ein álítandi KT-fyritøka, sum veitir ráðgeving og tænastu og hjálpir fyritøkum at menna og tryggja teirra KT-rakstur við røttu KT-loysnum. Felagið bjóðar millum annað KT- support, KT-loysnir, net- og trygdarloysnir, Microsoft 365-skipanir, prentarar og KT-útgerð til kundar í ymiskum vinnugreinum.
Við skrivstovuni í Klaksvík kemur Storm enn tættari at kundunum í Norðoyggjum. Hetta er týdningarmikið, tí skjót og atkomulig KT-hjálp kann vera avgerandi fyri framgongd, vøkstur og dagliga raksturin hjá virkjum og stovnum. „Vit eru sera fegin um møguleikan at lata skrivstovu upp í Klaksvík og harvið betra um tænastustøðið til fyritøkur og stovnar í Norðoyggjum,” sigur Bárður S. Solmunde, stjóri í Storm.
Umframt at Storm letur skrivstovu upp í Klaksvík, er Noel N. Vest eisini settur í starv hjá Storm. Uppgávan hjá honum verður at taka sær av KT-tænastu í Klaksvík og at røkja sambondini og samstørvini hjá Storm í Norðoyggjum. Hann er fúsur og til reiðar at hjálpa fyritøkum og stovnum í Norðoyggjum og gleðir seg til gott og gevandi samstarv. Noel er at hitta á tel. 660 601 og noel@storm.fo. Kundar eru eisini vælkomnir inn á skrivstovuna á Garðavegi 57 í Klaksvík.
Um Storm
Storm er eitt føroyskt KT-felag, sum veitir breiða tænastu innan KT-support, skipanir, net- og trygdarloysnir og útgerð. Felagið arbeiðir við at betra KT-rakstur hjá føroyskum kundum.