Lýsing
Lýsing
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Sunnudagin klokkan 14 verður aftur dystur í KÍ-høllini, tá Stjørnan og EB bresta saman í spennandi dysti
Tveir teir seinastu dystirnar hevur leikað javt á, og báðu ferð er endað við eitr-máls ósigri til Stjørnuna.
Allur peningurin, ið kemur inn frá atgongumerkjasøluni, fer óskerdur til Músabróðir, sum ger eitt sera týdningarmikið arbeiði fyri børn og familjur í Klaksvík
Stjørnan vónar, at nógv fólk fara at leggja leiðina framvið KÍ-høllini sunnudagin, bæði fyri at stuðla liðinum og fyri at stuðla einum góðum endamáli.
Við at møta fjølment kunnu áskoðarar gera ein veruligan mun.
Kom og uppliv góðan hondbólt, gott lag og samstundis ver við til at stuðla Músabróðir sunnudagin klokkan 14
Seinastu tíðindini