Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mikudagin 18. februar 2026 í Skálanum kl. 11.30 – kl. 17.00 verður tað stóra Torraborðið | Mynd: Dávur Winther

Café Gloria við besta Torramati í Skálanum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  30.01.2026 - 16:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vegna umvælingar og umbygging hjá Umsorganarheiminum, Gloriu við Stangarvegin, er avrátt, at stóra, flotta Torra-fiskaborðið verður í Skálanum í ár á Torradøgunum.

Torradagarnir verða sum kunnugt 16. – 21. februar í ár, og hevur tað m.a. verið siðvenja, at Café Gloria hevur á Torraskrá tað stóra fiskaborðið, mikudagin á Torradøgunum – í ár er talan um mikudagin 18. februar.

Hópin av fólki plagar leita sær til hetta forkunnuga mattilboðið í Torravikuni – Men sum sagt verður matstovan og hetta spennandi tilboðið flutt niðan í Skálan í ár vegna umbygging í Gloriu.

Tað er altíð nógv ymiskt at velja í, sum hoyrir Torratíðini til – Fleiri ymiskir fiskarættir, lippur, kjálkar, feskur fiskur, livur og rogn, stoykt flak, knettir, frikadellur, saltfiskur og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik plagar eisini at vera á borðseðlinum!

Eisini verður kaffi, te og køkur omaná - Alt hetta fyri bert kr. 250,- Mikudagin 18. februar 2026 í Skálanum kl. 11.30 – kl. 17.00.

Stutt flutt - Flott og gott!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin skal hjá ungum alva
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Framvegis framúr fiski­skapur
Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni
Upprunaligi náttaravnu­rin við orðafeingi…
Eirikur Jákupsson nýggjur stjóri á KG
Mjølnir - Ternan í kvøld
Muslimskur depil og útlendinga­lógin
Nú verður aftur "kirkjudagur" í Norðoygg…
Freistin at søkja um stuðul til útoyggja…
Samstarv styrkir tænastustøðið
Neistin dróg longra stráið
Frændi við nýggjum friðarsangi
Soleiðis verður á KG
Størri lodnukvota í Íslandi
Veðurlags­lóg bygd á vitan - ikki á smart…
Klaksvík­ingur settur sum venjari hjá Eið…
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Veðrið í Skopun
Stjørnan og Neistin í kvøld