Lýsing
Lýsing
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Fríggjakvøldið 30. januar verður føroyskur dansur í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Byrjað verður kl. 22.
Vit bjóða smurt breyð við føroyskum viðskera og te og kaffi. Møguleiki er at keypa annað at drekka. Atgongumerki kosta 150 kr.
Haraldssund er ein gomul kyndilsmessubygd, og tað er bygdarfelagið Ljósið, sum skipar fyri dansinum, ið plagar at vera á hvørjum ári.
Øll eru hjartaliga væl komin
Seinastu tíðindini