Lýsing
Lýsing
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum formaður í KÍ
Einki mótvalevni var komið til forfólkasessin, og tað merkir, at KÍ-formaðurin framvegis eitur Tummas Lervig fram til aðalfundin í 2027.
Í 2027 er tað 20. árið, at Tummas situr sum formaður í KÍ og tað má sigast at verða flott í einum fótbóltshvørvið, har forfólk annars ikki sita serliga leingi í miðal.
Tummas fekk eina harða byrjan sum formaður, tí í 2009 flutti KÍ niður í næstbestu deildina við honum sum formanni, men síðani 2019 er KÍ mest vinnandi felagið í landinum við honum sum formanni og heilt stóra árið var í 2023, tá KÍ kom í bólkaspælið í Conference League.
Seinastu tíðindini