Samuel Rachlin á Torradøgunum
Kendi danski tíðindamaðurin, sjónvarpsvertur og rithøvundin, Samuel Rachlin á Torradøgunum viðfyrilestir hann kallar, Heimurin á einum vegamóti
Samuel Rachlin er føddur 12. januar 1947 í Sibiria – familjan búið upprunaliga Pokrovsk í Ukraina, sum partur av Sovjetsamveldinum, men bleiv í 1941 burturvíst í útlegd til Sibiria.
Samuel Rachlin er sonur Rachel Rachlin og Israel Rachlin, og er sum sagt føddur í Sibira, hagar familien var í útlegd i 16 år. Hann kom til Danmarkar sum tíggju ára gamal. Eldri beiggi hansara, Schneur, er pápi úvarpsværtin Dan Rachlin.
Samuel Rachlin tók studentsprógv á Gladsaxe Gymnasium í 1967. Hann er en cand.scient. frá Columbia Graduate School sum tíðindafólk. Í 1979 giftist hann við Annette fødd Laustsen. Tey hava døtrarnar, Sarah (1979) og Natalia (1985).
Han var útsendur sum tíðindamaður frá DR í Sovjetsamveldinum, haðani hann bar nógv ymisk tíðini úr hesum afturlatna heimsparti. Seinni gjørdist hann fyrsti tíðindavertur á TV 2 í 1988. Í 1990'unum arbeiddi hann fyri Heimsbankan i Washington D.C.
So var hann aftur eitt skiftið tíðindamaður á TV 2 við tilknýti til fíggjartíðindi og fíggjargreiningar. Fra 2007 til 2010 var Samuel Rachlin samskiftisstjóri í íløgubanknum, Saxo Bank.
Í 1999 gjørdi Samuel Rachlin ein sjónvarps-film um tíðina, tá ið familjan varð burturvíst í útlegd, og um hvussu tað var at vera í Sibirien ta tíðina 1941 - 1957. Hann var 10 ár, tá ið tey fluttu haðani til Danmarkar, har mamman sum var ættað úr Liverpool lutvíst eisini var uppvoksin.
Hansara royndir sum korrespondentur í Moskva og USA hava givið honum hollan kunnleika um russisk og altjóða viðurskifti, sum hann enn eisini viðmerki í miðlunum. Kríggið í Ukraina hevur sjálvandi ávirkað Samuel Rachlin nógv, sum hann eisin oftani viðmerkir.
Foreldinin skrivaðu bókina, 16 år i Sibirien í 1982. Í 1987 fekk Rachel Rachlin Modersmål-Prisen. Tey skrivaðu seinni tríggjar endurminningar: Skæbner i Sibirien (1987), Fortællinger fra vores liv (1992) og Blade fra en slægtshistorie (1998).
Samuel Rachlin hevur skrivað hópin av bókum, sum eisini eru ”online-bøkur” – eini 18 bøkur, m.a. "Folket og magten" - "Brev til mine børnebørn" - "Folket og magten" - "Bag den kolde krigs tåger" - "Håndværk og livsværk" - "Jeg, Putin" - "Mig og Stalin" - "Fra Sibirien til Rødovre" - "Min barndom i 50’erne".
Fyrilesturin hjá Samuel Rachlin, sum verður í Varpinum leygardagin 21. februar kl. 15.00 á Torradøgunum, kallar hann: Heimurin á einum vegamóti.
Hann greiðir eitt sindur frá fyrstu árunum í Sibiria og tann førning hann fekk við sær haðani, men serliga um eyst-/vestspenningin – um herferðinar hjá Putin og Trump, hvørja ávirkan tær kann hava á Europa, sum kann tykjast detta eitt sindur niður ímillum.
Tíðindaflutningurin og støðan annars broytist skjótt – dag frá degi, hvat er at frætta 21. februar kl. 15.00 i Varpinum, mást tú møta upp fyri at hoyra meir.