Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fá hjálp til Samleikan og Vangan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.01.2026 - 12:23 Tíðindi

Hósdagin 29. januar kl. 14.00 verður møguleiki at fáa hjálp til at brúka Samleikan, Vangan og Skjáttuna. 

 

Tað er Eldraráðið í Norðoyggjum, sum stendur fyri tiltakinum, sum verður í Smæruni á Kjalarvegnum 48. Endamálið er at upplýsa og vegleiða um, hvussu gerandisdagurin kann gerast lættari, tá ið tú skalt samskifta við tað almenna ella bíleggja heilivág á apotekinum. 

Umboð frá Talgildu Føroyum og Apoteksverkinum koma at greiða frá og vísa, hvussu teirra tænastur virka. Serliga verður hugt eftir:

Samleikin: Hvussu tú fært hann og brúkar hann trygt.
Vangin: Ein lættur máti at avgreiða tíni persónligu viðurskifti.
Apotekið: Sí tína recept og bílegg heilivág beint á netinum.
Fulltrú: Hvussu tú kanst geva einum avvarðandi loyvi at hjálpa tær inni á Vanganum.

Tak teldu, teldil (iPad) ella telefon við tær.

GG: Um tørvur er á hjálp til at stovna Samleikan á staðnum, er neyðugt at hava pass ella koyrikort við.

Norðoya Sparikassi verður eisini við á tiltakinum, og kann m.a. veita hjálp og góða kunning um keypa á netinum.  

Tiltakið er ætlað borgarum 60 ár og eldri. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…