Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri tíggjutals milliónir
Ikki fyrrenn aftaná, at arbeiðið við at gera ferjuleguna á Syðradali klára til, at Teistin skuldi kunna brúka hana, varð liðugt, er man komin fram til, at ferjulegan ikki kann brúkast til Teistan kortini. Neyðugt verður tí við 60-70 metrum av ferjulegu afturat, ið fara at kosta tíggjutals milliónir afturat.
Tað var annars 17. november í fjør, at Jóhan Christiansen, táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, svaraði Karloti Hergeirssyni, løgtingsmanni, at ”sambært Landsverki er arbeiðið upp á ferjuleguna á Syðradali liðugt og varð avhendað hálvan august 2025”. Í svarinum kemur eisini fram, at ”havnin [er] tillagað eftir teimum ynskjum og avtalum, ið eru gjørdar við Strandferðsluna, so havnin kann brúkast til Teistan og síðani til nýggju Kalsoyarferjuna, ið skal byggjast í næstum”.
Sostatt fekk almenningurin í november í fjør at vita, at arbeiðið við at gera ferjuleguna á Syðradali klára til í fyrstu syftu Teistan, og í aðru atløgu nýggju Kalsoyarferjuna, er liðugt.
Men nú hoyrast heilt aðrir tónar. Ferjulegan er slett ikki klár kortini, vísir tað seg. Á miðdegi visti virkandi strandferðslustjórin, Dánjal Samuelsen, at siga, eftir at hava royndarsiglt upp á ferjuleguna, at ”man má forleingja atløgusíðuna við norðara grótkastið, tí tá tað er nógvur vindur og rekur hart, so er risiko fyri, at skipið, hvissi tað kemur skeivt inn, so hevur tað onki at leggja ímóti”.
Atløgusíðan má útbyggjast við 60 til 70 metrum. Har hevur SSL fingið upplýst, at ráðgevandi fyritøka kann fara undir sín part av arbeiðnum seinast í januar, og at tað kann vera liðugt einaferð í februar, og tað ljóðar ikki so galið hóast alt. Men so brast bumban: ”Tað er øgiliga týðiligt, at hetta fer at kosta eitt tveyfaldað [meinast við tveyciffrað, blðm.] milliónbeløb”, segði virkandi strandferðslustjórin, sum heldur ikki kann svara uppá, nær ferjulegan so verður liðug.
Tillagingarnar dýrari enn sjálv verkætlanin – og kunnu bara gerast um summarið
Til samanberingar upplýsti Jóhan Christiansen fyri Karloti Hergeirssyni, at ”Samanlagt metir Landsverk, at hesar verkætlanir á Syðradali og í Klaksvík fara at kosta millum 9,3 til 9,8 mió. kr.” Hetta var so tað, sum arbeiðið skuldi kosta, tá tað var liðugt. Men so tekur hann fyrivarnið ” Verður niðurstøðan eftir royndarsiglingina, at fleiri tillagingar skulu gerast, má ein nýggj kostnaðarmeting gerast”. Og tað er so tað, sum er hent nú.
So hóast arbeiðið eftir røttum skuldi verið liðugt nú, so mugu kalsoyingar brynja seg við nógvum toli, og Landskassin vera til reiðar til nógv størri útreiðslur. Tí tær tillagingarnar, sum man nú í januar 2026 er komin fram til mugu gerast, kunnu bert gerast um summarið, og tað fer at tarna øgiliga nógv, sigur virkandi strandferðslustjórin.
Tí er greitt, at Teistin ikki fer at kunna sigla á Kalsoyarleiðini enn á sinni. Og SSL hevur longu meldað út, at tá Ternan fer á beding í næstum, verður Teistin settur inn á Nólsoyarleiðini.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni sæst, at Teistin skal sigla á Nólsoyarleiðini í øllum førum árið 2026 út, við undantaki av, tá hann er á beding í apríl.