Lýsing
Lýsing
Lýsing

Testovan Marin Malena letur upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2026 - 16:01 Mentan Tíðindi Vinna

Fríggjadagin 23. januar 2026 kl. 14 letur Testovan Marin Malena dyrnar upp á fyrsta sinni. Eitt nýtt spennandi tilboð til bæði føroyingar og útlendingar mitt í Klaksvík

 

 

Testovan er staðsett í endurbygda Biskupstøðgarðinum hjá Nólsoyar Pálli og konu hansara Marina Malenu. Í fyrstu syftu verður opið hvønn fríggjadag millum 14 og 17, men eftir ætlan verður testovan opin nakrar dagar um vikuna, tá summarið nærkast.

Testovan fer at bjóða tað, ið summi nevna nónte á føroyskum og afternoon tea á enskum. Eins og testovur var nónte (afternoon tea) eisini nakað, sum gjørdist vælumtókt millum vælhavandi úti í heimi í tíðini hjá Pálli og Marin Malenu.

Matarskráin verður lutvíst árstíðartengd og verður ein samanrenning av stuttfluttum, føroyskum og útlendskum rávørum. Testovan fær m.a. íblástur frá skjótt 200 ára gomlu kókibókini hjá Apoloniu, sum kann síggjast í húsinum. Hjá eini testovu verður sjálvandi eisini lagdur á at bjóða hágóðsku te bæði lokalt og úr fjarskotnum londum. At matarupplivingin verður góð, kemur Mimmy Vágsheyg, sum tey flestu kenna frá væl umtóktu Kafé Fríðu, at tryggja, tí hon rekur í dag garðin.

Dávid Fossdalsá og Jóhanna Magnusardóttir frá Tell Me North arbeiða við at gera ljóðmyndir inni í húsinum, umframt talgildar søguforteljingar sum fyribils koma at fevna um kókibókina hjá Apoloniu, fuglakvæðið og Føroya fyrstu koppseting. Við tíðini verður testovan tí ein interaktiv, fleirsansað uppliving, har smakkur, angi, sjón, hoyrnin og nerting ganga uppí eina hægri eind.

Til ber ikki at nevna Biskupstøðgarðin uttan at nevna Archibald Black. Archibald er í beinleiðis ætt við Páll og Marin Malenu og rekur í dag bóndagarðin hjá forfedrunum. Hann hevur staðið á odda fyri at endurbyggja stásuliga garðin, sum umframt testovu, eisini verður brúktur til fundarvirksemi (MICE), útlendskar ferðabólkar og privata útleigan.

Til ber at bóka borð til testovuna Marin Malenu á www.bsg.fo ella at støkka inn á gólvið fríggjadagar millum kl. 14 og 17.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…