Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nær verður arbeitt við farstøðini?

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  22.01.2026 - 10:06 Politikkur Tíðindaskriv

Opið bræv til borgarastjóran

 

 

Ferðavinnan blómar í Føroyum og tað sæst eisini í Norðoyggjum. Í summar verður Kalsoyggin aftur full av ferðafólkum, sum fara úti á Kallin fyri m.a. at hyggja at gravsteininum hjá James Bond. Klaksvík fær endiliga eitt hotel, sum eitur KG, og mann kann longu bíleggja eitt kamar har frá 1. juli. Hetta fer at merkjast munandi í Klaksvík bæði viðvíkjandi ferðslu og innkeypi í býnum.

 

Farstøðin mitt í øllum

Tað fyrsta og tað síðsta mann sær sum ferðafólk í Klaksvík er farstøðin. Øll hava ikki bil og ikki øll ferðafólk sum koma til Føroyar leiga bil. Eg havi sjálvur ofta bíðað við farstøðina, tá eg skuldi fara við bussinum norðeftir ella til Havnar. Politiðstøðin, Varpið, Biskopstorgið og Betesta liggja øll rundan um hesa farstøð, sum má vera vánaligasta farstøð í Føroyum

Farstøðin í Klaksvík kann ikki samanberast við farstøðina í Havn ella bíðihøli aðrastaðni í landinum. Tað kemur ofta fyri, at farstøðin er skitin og tað er so keðiligt inni í bíðihølinum at fólk standa uttanfyri og í inngongdini heldur enn at fara inn. Fleiri staðni er herverk at síggja. Vesi er tað ringasta. Tað er bara eitt vesi í farstøðini í næststørsta býnum í landinum. Síðst eg var har var speglið brotnað og har var eingin sápa at vaska hendurnar við.

Hatta bíðihølið má forkomast, so eitt nýtt kann koma í staðin. Tað einasta góða við núverandi farstøð; sum er vert at varveita er stóri rúturin, har man beinanvegin sær, um bussurin er komin ella ikki.

 

Farstøðin má brótast niður - vallyfti

Kommunuval var í Novembur í 24 og síðani hevur kommunan viðgjørt bygningar sum Ídni og pissihúsið, sum býraðið hevur valt at varðveita. Men tað sum bleiv viðgjørt og borgarastjórin lovaðu á valfundi í Varpinum var, at “farstøðin skuldi bombast upp í lufina onganí for skjótt” Mín spurningur til borgarastjórin er: nær ferð býráði holt við at fornýggja farstøðina? Í samrøðu í Norðlýsinum segði Karl Johansen, at farstøðin verður flutt niðan til keiðina har Sam leggur at. Tað haldi eg er ein skilagóð loysn.

Allar kommunur eru farnar í holt við ferðavinnuætlan. Er nakað planur um at gera nakað við farstøðina í tí sambandi?


Petur Asano


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…