Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2026 - 12:30 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin 2. mai 2026 kl. 11:00 skipar Treysti fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton

 

 

Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Byrjað og endað verður uttanfyri Norðoya Sparikassa og runnið verður fýra umfør á knappar 5,3 km runt í býnum. Talan er um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Kappingin er partur av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2026”.

 

Tilmelding

Melda til á fif.fo (síðsta freist er kl. 22.00 fríggjadagin 1. mai 2026).

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2009 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at mann er limur í einum felag undir FÍF.

 

Tíð og stað

Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 11.00. 

 

Bólkar:

Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:

 

  • Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2009)
  • Menn og kvinnur veteranar (f. 1971-1980)
  • Menn og kvinnur superveteranar (f.1961-1970)
  • Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1960)

 

Í Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 verður kappast í hesum bólkum:

  • Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2009)
  • Menn og kvinnur veteranar (f. 1971-1980)
  • Menn og kvinnur superveteranar (f.1961-1970)
  • Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1960)

 

Kostnaðurin fyri at luttaka:

Kostnaðurin fyri at luttaka í Norðoya Sparikassi hálvmaraton er kr. 295,-

 

Heiðursmerkir og handan

Øll sum gjøgnumføra Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 fáa serligt heiðursmerki.

Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

 

Startnummar

Startnummur skulu heintast uttanfyri Norðoya Sparikassa millum kl. 10:00 og 10:45. Renningin byrjar stundisliga kl. 11:00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…