Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein heilsan frá býráðshúsinum

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  22.01.2026 - 02:45 Mentan Politikkur Vinna

Vit eru við. Alt frá vøkrum og liviligum útoyggjum og virðismiklari mentan á bygd og í bý, til eina áhugaverda og innbjóðandi miðbýarmenning

 

Býráðshúsið hevur verið undir umbygging í seinastuni. Nýggjur kommunustjóri er ávegis og miðbýurin tekur skap. Nógv er hent og meira er í væntu.

Sjálv havi eg verið virkandi borgarstjóri í nakrar dagar, í meðan borgarstjórin vegna okkum, hevur stuðlað føroysku hetjunum í Oslo, sum vit øll eru so errin av! 

Nógv mál eru í gongd í kommununi. Alt frá barnagarðsbygging og stórar íbúðarverkætlanir til fríðkan av økjum og skipan av býnum.
Nakað av tí, sum í løtuni er í stoypiskeiðini, og sum vit serliga hava lagt dent á hesar dagar, er:

• Ferðslutálman í fleiri grannaløgum kring býin.
• Trø og stórar urtapottar eftir Nólsoyar Pálsgøtu, Biskupsstøðgøtu, Stangavegnum og Klaksvíksvegnum.
• Ruskskiljistøðir til glas og metal í býin.
• Umvæling av Gregoriussenbygninginum, so tað ikki lekur inn í tannlæknastovurnar.
• Útbygging av matarskipanini.
• Útiøkið kring Mylnuhúsið og Virkishúsið.

Hetta fyri at nevna nøkur átøk úr rúgvuni.

Av stórum verkætlanum verður eisini arbeitt við langtíðarætlanunum fyri 2. byggistig av Skúlatrøð, tíðarhóskandi hølisviðurskiftum til tónlistaskúlan, útbygging av Snjallubjallu og tilrættaleggjan av fimleikahøll og ítróttarøki.

Arbeitt verður við at knýta sjóhitan uppí fleiri øki, við landstreymi og at dagføra el-veitingina við bátahylin á Vágni.

Og so er eitt framsýnigarneyst til Roespiggen, bátin hjá Ainu Cederblom, ávegis. Og vit ætla okkum skjótt at seta ferð á ein part av Klaksvíksgarðinum.

Jú ... Vit búgva í einari fjølbroyttari kommunu og nógv jørn eru í eldinum.

Vit eru við. Alt frá vøkrum og liviligum útoyggjum og virðismiklari mentan á bygd og í bý, til eina áhugaverda og innbjóðandi miðbýarmenning.

Annika S. Biskopstø
Varaborgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
  Duo Ruut á G!
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…