Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.01.2026 - 21:20 Ítrottur Tíðindi

Nú ljóðar, at tað gongur ikki long tíð til Jóannes Bjartalíð verður kunngjørdur í nýggjum felag.

Tað hevur ljóðað í vetur, at Jóannes Bjartalíð helst fór at spæla í onkrum landi langt burturi, har lond sum Azerbadjan, Kasakhstan og Thailand hava verið nevnd. Sambært góðum keldum, so nærkast nú ein sáttmáli og helst verður hann kunngjørdur í hesi vikuni.

Skulu vit gita, so verður tað í Kasakhstan, at 29 ára gamli landsliðsleikarin fer at spæla. Vit kunnu til stuttleikar nevna, at ein fyrrverandi KÍ-leikari er venjari í bestu deildini í Kasakhstan. Tað er serbin Milic Curcic, sum er høvuðsvenjari hjá Qyzyljar. Í 2023 vann hann steypakappingina við Tobol Kostanay í somu deild. Tó sigur søgan einki um, hvat lið Jóannes fer at spæla fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…
Petter Stordalen fegnast um KG
Samuel Rachlin á Torradøgunum
Sámal Jákup nýggjur U18-venjari
Torradagar: Samuel Rachlin framløgu um P…
Gimmi til Sands
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga
Góðska
Matvørubreytin framleiðir framtíðar kokk…