Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Kelduni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.01.2026 - 09:38 Tíðindaskriv

Mánakvøldið 2. februar kl. 19.00 verður kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan (BSK) í Kelduni. Kvøldið er ætlað øllum, sum hava áhuga í at hoyra meira um BSK og møguleikarnar at ganga á skúlanum. Luttøkan er óbindandi og er ætla sum ein møguleiki at fáa meiri kunning um skúlan.

 

 

Á kvøldinum verður m.a. ein stutt framløga um BSK.Eina løtu verður høvi at seta spurningar, har øll eru vælkomin at spyrja alt, tey ynskja at vita um dagbíbliuskúlan, og so verður eisini ein góður drekkamuður at fáa.

Gestir fáa eisini møguleika at síggja hølini og umstøðurnar hjá BSK og at heilsa upp á nakrar av undirvísarunum. Kvøldið verður avmarkað til ein tíma.

Sum ein stuttligur endi á kvøldinum verður eisini lutakast, har ein av teimum vitjandi vinnur eina BSK-troyggju.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna mánakvøldið 2. februar kl. 19.00, og fyriskipararnir gleða seg at hitta øll, sum eru forvitin og ynskja at vita meira um Dagbíbliuskúlan.

Eisini er møguleiki at lesa meira um skúlan á bsk.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga
Góðska
Matvørubreytin framleiðir framtíðar kokk…
Bílegg borð á Testovuni Marin Malena
Sterk signal úr Evropa - og ein avgerand…
Altjóða holocaustdagu­rin – ein serlig up…
Tilnevn­ingar til ÍtróttaVENJA­RIN 2025
Dávur vitjar Norðlýsið
Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklin…
Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Varpinum
Nei til veðurlags­lóg
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…