Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilnevningar til ÍtróttaVENJARIN 2025

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.01.2026 - 14:00 Ítrottur Tíðindi

Tey tilnevndu til heiðurin Ítróttavenjarin 2025 eru Sámal Jákup Djurhuus - Stjørnan, Durita Knudsen Poulsen - Støkk og Hjalti Mohr Jacobsen & Djóni Gaard Joensen - U21 landsliðið í hondbólti.

 

Ein av teimum átta heiðurslønunum, sum skulu latast á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 7. februar er ÍtróttaVENJARIN 2025.

Ársins venjari er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar

Í uppskotið til hendan heiður eru Sámal Jákup Djurhuus - Stjørnan, Durita Knudsen Poulsen - Støkk og Hjalti Mohr Jacobsen & Djóni Gaard Joensen - U21 landsliðið í hondbólti.

 

 

Sámal Jákup Djurhuus, Stjørnan - hondbóltur

Sámal Jákup hevur í fleiri ár víst eitt serligt arbeiðslag og eina miðvísa tilgongd, sum hevur havt stóran týdning fyri menningina av Stjørnuni.

Sámal Jákup arbeiðir álítandi og miðvíst út frá strategisku leiðreglunum hjá felagnum. Hann dugir at gera strategi til praksis, og tað sæst aftur í trivnaði, menning og úrslitum hjá leikarunum.

Hann leggur stóran dent á felagsskap og trivnað, og hann arbeiðir málrættað við at skapa eitt umhvørvi, har børn, ung og vaksin trívast, og øll kenna seg vælkomin, sædd og hoyrd.

Hetta er týdningarmikið í einum felag sum okkara, har vit leggja stóran dent á góða barnamenning og sterkan felagsskap. 

Sámal Jákup er harafturat ein sera dugnaligur hondbóltsvenjari. Hann hevur eindømis førleika at laga sína venjing eftir aldri og førleikum hjá leikarunum. Hann megnar at stimbra og menna tann roynda 60 ára gamla leikaran - eins væl og ta trý ára gomlu gentuna, sum júst er byrjað.

Hetta er ein serstøk gáva, og hon hevur stóran týdning fyri menningina av víðfevnda arbeiðinum, vit gera í felagnum.

Sámal Jákup er ein venjari, sum skapar álit, tryggleika og menning – og sum gongur undan við góðum dømum.

 

 

Durita Knudsen Poulsen – Støkk

Durita Knudsen Poulsen umboðar alt tað besta, vit kenna úr føroyskum ítrótti: ágrýtni, fakligheit, eldhuga og hjarta. 

Sum venjari hjá kvinnum í Støkk hevur hon í fleiri ár lyft støðið og ment eina heildarhugsan, sum bæði styrkir einstaka íðkaran og felagið sum heild. 

Hon er eisini venjari í  “Styrki og Konditión” – eitt lið fyri øll, har hon sameinir fimleik, styrkivenjing og góðan felagsskap. 

Durita megnar at skapa eitt jaligt og trygt venjingarumhvørvi, har allir íðkarar trívast og mennast.  Hon venur fleiri tímar um vikuna, ofta seint á kvøldi, og er altíð væl fyrireikað, til staðar og við í øllum smálutum. 

Durita kennir hvørja gentu, veit júst hvat skal til fyri at flyta hana víðari, og hon dugir at skapa gleði, trúgv og sjálvsálit í venjingini. 

Hon er ein týðandi drívmegi í Støkk og var landsliðsvenjari í fleiri ár, har hon leiddi føroysku fimleikararnar til fleiri oyggjaleikir. 

Sum venjari er Durita ein eldsál. Altíð við einum smíli, altíð klár og altíð við trúnni á, at føroyskur fimleikur kann meira og vil meira. Hon er eitt gott dømi um, hvussu langt vit røkka, tá eldhugi, arbeiðssemi og hjarta ganga hond í hond.



Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen – U21-landsliðið í hondbólti

Venjararnir hjá U21 manslandsliðnum, sum vann bronsu í HM fyri U21, eru í sínum dagliga yrki venjarar hjá nógvum evnaríkum leikarum í Kyndli og H71. 

Dagliga menna teir leikarar, sum leita sær uttanlands at spæla á høgum støði, og við avrikinum í Póllandi í summar vístu teir, at føroyskir venjarar eisini kunnu gera seg galdandi millum heimsins bestu.

Vit hava av røttum hoyrt nógv um leikararnar. Men fyri at leikararnir kunnu gera sítt besta krevst, at venjararnir seta krøv og geva uppgávur, sum liðið kann loysa. Bæði í fyrireiking undan dystum, til venjing og tá dómarin bríkslar í gongd. 

Smáu tillagingarnar, sum venjararnir gjørdu til hesa kappingina, høvdu eyðmerktan virknað og týdning. Fyri hvønn dyst sá tað út, sum at liðið gjørdist stinnari og

fekk fleiri streingir at spæla uppá. 

 

Hóast uppgávurnar gjørdust truplari sum kappingini leið, loysti venjaraparið alt sera væl. Teir avgreiddu dystirnar og fyrireikaðu liðið til næsta dyst á bestan hátt. Teir disponeraðu orkuna, so at allir leikarar vóru við allan vegin og kundu avrika, tá teir komu á vøllin. 

 

****

 

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík, leygarkvøldið 7. Februar kl 20:00 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterk signal úr Evropa - og ein avgerand…
Altjóða holocaustdagu­rin – ein serlig up…
Tilnevn­ingar til ÍtróttaVENJA­RIN 2025
Dávur vitjar Norðlýsið
Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklin…
Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Varpinum
Nei til veðurlags­lóg
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…
Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?
Lítli flokkurin við stóra valdinum
Raðfesti friðarhugsjón­ina!
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?