Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiverkætlanum

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  26.01.2026 - 19:47 Politikkur Tíðindaskriv

Ætlanir eru um nógvar almennar byggiverkætlanir komandi árini. Fleiri teirra kosta hundraðtals milliónir. Hóast tað, hevur samgongan enn ikki boð uppá, hvussu vit tryggja ábyrgd og útinnan, tá almennu verkætlanir verða framdar. Tað er ikki gott nokk, tí vit eiga at gera tað betri. Tað vísir Beinir Johannesen á, sum hevur setti Akseli V. Johannesen, løgmanni, fyrispurning um evnið.

 

 

Ikki allar almennar byggiverkætlanir hava gingið væl. So langt frá. Eitt nú H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum.

Tískil lat Landsgrannskoðanin eftir áhietan frá Løgtingsgrannskoðarunum úr hondum eina frágreiðing um gongdina við byggingini av nevnliga H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Tá varð staðfest, at:

  • verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,
  • leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greiðar,
  • upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,
  • upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin hava ikki hildið,
  • verkætlanin er seinkað fleiri ár og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðaðar tíðarætlanir, og
    landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.
  • Nakrir fundir hava verið í politisku skipanini um at broyta verandi leist, men nú skjótt trý ár eru liðin (!), fyriliggur enn einki úrslit. Tað er ikki nóg gott.
     

Serliga tá hugsað verður um, at ætlanir eru um nógvar byggiverkætlanir komandi árini. Verkætlanir, sum liggja á einari príslegu á hundraðtals milliónir.

Tí hevur tað stóran týdning, at hendan skipanin verður broytt,  áðrenn almennu Føroyar fara í holt við enn fleiri verkætlanir.

Fyri at fáa greiðu á, um verandi skipan í sambandi við almennu byggiverkætlanirnar verður broytt, verður hesin fyrispurningur settur:

  • Verður gjørd ein nýggj skipan fyri almennar byggiverkætlanir?
  • Um ja, nær verður hetta sett í verk?
     

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…