Lýsing
Lýsing
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðskaparsetri Føroya
Seinastu árini hevur talið av ph.d.-lesandi á Setrinum verið vaksandi. Í 2020 vóru 19 ph.d.-lesandi á Setrinum. Nú eru tey 35 í tali, og tí hevur tørvurin á einum ph.d.-skúla eisini verið vaksandi
Uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið setti at meta um Fróðskaparsetur Føroya, mælti síðst í 2022 til, at ein ph.d.-skúli átti at setast á stovn.
“Hetta fer at stimbra enn meira undir greiða stavnhaldið, sum longu er, um eitt “savnað” Fróðskaparsetur Føroya, sum ikki er avmarkað av deildarmørkum”, skrivaði nevndin í tilmælinum til aðalráðið.
Nú Ph.d.-skúlin er stovnaður, er tann endin heftur.
Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/phd-skuli-stovnadur-a-setrinum
Seinastu tíðindini