Landsliðsvenjarar savnaðir
Leygardagin vóru allir landsliðsvenjararnir hjá FSF savnaðir. Kunnað varð um komandi landsliðsár, umframt at fakligar og heilsufrøðiligar framløgur vóru á skránni.
Aftur í ár er nógv landsliðsvirksemi á skránni, og leygardagin nýtti Fótbóltssamband Føroya høvið at savna allar landsliðsvenjararnar, ið eru knýttir at FSF, til eina felags dagsskrá, har dentur varð lagdur á fyrireikingarnar til komandi landsliðsár.
Landsliðsfyrisitararnir greiddu frá arbeiðinum, ið liggur fyri framman, áðrenn Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF fekk pallin.
Signar hevði eina áhugaverda framløgu um ringu ávirkanina, sum nikotin og snús hava á ítróttarfólk. Hann legði millum annað dent á, at snús hvørki betrar um orku ella avrik, men tvørturímóti, so hevur evnið ringa ávirkan á heila, reaktiónstíð og førleikan at hugsavna seg.
Eisini hevði A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Eyðun Klakstein, eina framløgu um farna landsliðsár, sum ítróttarliga var tað besta síðani føroyska manslandsliðið fór at taka lut í EM- og HM-undankappingum.
– Vit hava nógv landsliðsvirksemi alt árið, við nógvum dugnaligum venjarum, sum allir gera eitt stórt og gott arbeiði fyri føroyskan fótbólt. Eg meti tað tískil vera týdningarmikið at geva teimum ein góðan dag, har tey hittast og kjakast tvørtur um aldursbólkar og kyn, samstundis sum vit byggja ein sterkan felagsskap, ið arbeiðir ímóti einum og sama máli, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Jonas Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.
Dagurin gav soleiðis bæði fakligar ábøtur, heilsufakliga vitan og eitt felags stig fyri alt landsliðsarbeiðið. FSF staðfestir, at slík tiltøk eru týdningarmikil fyri at tryggja, at øll landsliðini arbeiða miðvíst, væl fyrireikað og so gott sum tilber eftir somu hugsan.