Lýsing
Lýsing
Lýsing

Snús ávirkar avrik og orku

SKRIVAÐ: FSF  |  24.01.2026 - 21:29 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF, har hann greiddi frá, hvørja neiliga ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum og ítróttarfólkum sum heild.

 

Tíverri hoyrist javnan, at snús betrar um avrikið hjá ítróttarfólkum. Men soleiðis er ikki – als ikki – og talan er heilt greitt um eina íspunna søgu. Prógv eru nevniliga fyri, at snús er vandamikið og heilsuskaðiliigt.

Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF, har hann greiddi øllum landsliðsvenjarunum, ið eru knýttir at Fótbóltssambandi Føroya, frá, hvørja neiligu ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum.

Aftaná framløguna fekk FSF Varpið orðið á Signar Hilmarsson. Í samrøðuni greiðir Signar frá, hvørji neilig árin snús hevur á fótbóltsspælarar og ítróttarfólk sum heild. Millum annað hevur snús stórá ávirkan á heilan, nikotinið í snúsi tekur nógva orku úr kroppinum, og snús ger seg eisini inn á evnini at hugsavna seg og reaktiónstíðina hjá íðkarum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík