Lýsing
Lýsing
Lýsing
Noel Joensen greiddi frá ætlanunum hjá felagnum | Mynd: Jóhann Lützen

Nýtt áhugafelag í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.01.2026 - 12:59 Mentan Myndarøð Tíðindi

Endamálið er at savnað fólk til hugna, sang, gleði og samveru, sigur Noel Joensen ein av fyrireikarunum við Norðlýsið

 

Teir tríggir Noel Joensen, Sigmar Høgnesen og Sonhard Johannesen høvdu kallað inn til fundar fyrrapartin, at vita um ikki áhugi var fyri einum felagi har hugni, sangur og samvera eru lyklaorðini. 

Yvir 30 fólk møttu upp í Bøgøtu í morgun, so tað má sigast at verða stórur áhugi. Fundurin varð hildin í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu - Sonhard var skjótur at navngeva hølini "Herlufs kafé"

Noel Joensen greiddi frá ætlanunum og legði upp til fundarfólki eisini at koma við hugskotum til aktiviterir hjá felagnum. Vit fingu nakrar myndir. Meira verður at frætta komandi tíðina. 

Fyrireikararnir høvdu annars lagt hendan tekstin út í samband við fundin í morgun. 

 

Leygarmorgnar!

Hugni, sangur og samvera!

Vit bjóða fólki við áhuga fyri t.d frítíðarsigling, fiskiskapi, camping, dansi, kortspæli, sangi, til hugnaløtu leygarmorgunin tann 24.01.26, frá kl. 8:30–12.

Á fyrsta hugnafundi verður samanumtøka, til tess at vita um áhugi er fyri at halda fram.

Møguliga kundi veri líkindi fyri at stovna eitt felag sum rekur tiltakið víðari.

Kom og njót:

Kaffi og morgunbreyð/køkur.
(Ætlanin er framyvir at hava ymisk tiltøk sum t.d).
Felagssang við livandi tónleiki.
Fyrilestrar, spurnarkappingar, og ymisk skiftandi tiltøk.
Hugnaligt prát, skemt, søgur og felagsskap.
(Nógv evnir eru áhugaverd, so onnur hugskot eru kærkomin).
(Onkur hevur kanska hug at taka orði).

Tiltøkini eru ætlað at skapa gleði, samveru og eitt gott høvi at møtast.

Bøgøta 3 (Norðoya Kvinnufelag, inngongd í kjallaranum).

Hvønn leygarmorgun kl. 8:30–12.

Verið hjartaliga vælkomin – tak vinir og kenningar við!

Vegna fyrireikararnar.
Sonhard, Sigmar, Noel
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið