Láturligt uppskot um leigustuðul
Útleiga til ferðafólk trýstir føroyingar úr bústøðum hvørt summar. Uppskotið hjá landsstýrinum um stuttíðarleigu fer ikki at føra til nakra veruliga broyting, men forðar heldur fyri tryggum og varandi bústøðum til føroyingar.
Landsstýrismaðurin við tilfeingis- og vinnumálum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, sum skal eitast at fara at økja um útboðið av bústøðum til varandi leigu. Men tað er skjótt at rokna út, at hetta lógaruppskotið als ikki fer at gera mun.
Ein freistast til at halda, at landsstýrismaðurin, Eirikur í Jákupstovu, als ikki hevur kannað, hvat trupulleikin á leigumarknaðinum veruliga snýr seg um. Tað er nevnliga longu soleiðis, at tað ikki er so ringt at fáa bústað til leigu vetrarhálvuna. Men tá feriutíðin byrjar, verður leigarin koyrdur út, tí bústaðurin skal leigast út til ferðafólk gjøgnum summarið.
Uppskotið ger meira skaða enn gagn
Í §1 stk 2 í uppskotinum er ”stutttíðarleiga” skilmarkað sum styttri tíð enn tríggjar mánaðir. Og tað er júst í feriutíðini í umleið tríggjar mánaðir, at ferðavinnan gevur so mikið av inntøku, at tað loysir seg hjá útleigara at risikera, at húsini standa tóm alla vetrarhálvuna, heldur enn at leiga bústaðin út til veruliga langtíðarleigu.
Serliga fyri barnafamiljur hava brúk fyri støðugleika og tryggleika í gerandisdegnum. Sig mær; hvør familja kann liva undir slíkum korum?
Skulu vit loysa trupulleikan við leigubústøðum, so mugu vit gera tað meira lønandi at leiga út til langtíðarleigu enn tað er at leiga út til ferðafólk.
Vit í Sjálvstýri hava longu verið úti við, at tað eru kollveltandi broytingar, sum skulu til, um borgarar í Føroyum skulu fáa tryggar bústaðir. Broytingarnar mugu viðføra, at tað loysir seg betri at leiga út til langtíðarleigu, heldur enn stutttíðarleigu.
Ánir 25. januar 2026
Sylvia Thomsen
Forkvinna í Norðoya Sjálvstýrisfelag