Ferðavinnudagur í Varpinum
Tann 19. februar verður skipað fyri forvitnisligum og áhugaverdum ferðavinnudegi í Varpinum. Hesin dagurin er ein góður møguleiki hjá øllum - bæði royndum sum óroyndum - at vísa á allar tær forvitnisligu upplivingarnar, sum Norðoyggjar hava at bjóða
Tey seinastu árini eru fyrispurningar til upplivingar í Norðoyggjum øktir sera nógv frá bæði føroyingum, útlendskum ferðafólkum og ferðaskrivstovum.
Hjá Visit North royna vit á bestan hátt at vísa á alt tað, sum ber til at uppliva í Norðoyggjum.
Vit hava fingið eina nýggja heimasíðu og eru virkin á sosialum miðlum og luttaka javnan á ráðstevnum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Men bestu umboðsfólkini fyri Norðoyggjar eru tit, sum skapa og mynda hesar upplivingar.
Við hesum í huga ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum til ein ferðavinnudag í Varpinum, har til ber at vísa á og greiða frá tí, sum Norðoyggjar hava at bjóða.
Við á degnum verða umboð frá føroysku ferðavinnuni. Hetta verið seg fólk, sum starvast í føroysku ferðavinnuni, so sum ferðaleiðarar, ferðaskrivstovur, móttøkufólk á hotellum og onnur, sum ynskja at vita meira um Norðoyggjar sum ferðamál.
Í stóra salinum í Varpinum verða borð sett upp, har øll tit, sum hava eitthvørt forkunnugt at bjóða, kunnu vísa tykkara vøru fram. Til ber at hava faldarar, teldu og líknandi við sær. Tey vitjandi ganga síðani millum borðini, soleiðis at tit kunnu greiða frá um upplivingina, sum júst tit kunnu bjóða.
Eisini verður skipað fyri smáum framløgum. Øll, sum hava hug til at greiða frá, kunnu tekna seg til at hava eina slíka framløgu.
Dagurin byrjar um morgunin og heldur áfram út á seinnapartin. Tað er ókeypis at luttaka og ynskja vit á Visit North at hjálpa til við øllum, sum tit hava brúk fyri.
Ferðavinnudagurin er ein góður møguleiki hjá øllum - bæði royndum sum óroyndum - at vísa á tær upplivingar, sum Norðoyggjar hava at bjóða og vóna vit, at undirtøkan verður góð fyri hesum degi.Visit North ynskir við hesum at bjóða øllum áhugaðum til ein kunnandi fund mánadagin.
Visit North ynskir við hesum at bjóða øllum áhugaðum til ein kunnandi fund mánadagin tann 2. februar klokkan 17.00 í Varpinum.
Tilmelding til fundin verður givin við at senda ein teldupost til info@klaksvik.fo.
