Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað eru meira enn 10 ár síðan, at FSN gjørdi vart við stóra órættvísið, sum lógarkravdi lívrentuparturin í eftirlønaruppsparingini er orsøk til. Felagið stuðlar tí heilhjartað Føroya Handverkarafelag, sum vil hava Løgtingið at strika kravið um lívrentu ella minka tað munandi, nú pensjónslóggávan verður viðgjørd. Fólk eiga eisini í størri mun at sleppa at brúka nøkur av prosentunum, sum í dag eru kravd uppsparing, til at rinda niður bústaðarlán í staðin, heldur FSN–formaðurin

FSN vil eisini av við lívrentuna

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.01.2026 - 09:32 Tíðindaskriv

Grundhugsanin undir lívrentuni er samhaldsfesti við tað, at allir eftirlønaruppspararar í felag eru við til at tryggja hvørjum einstøkum uppsparara eitt trivaligt mánaðarligt lívrentuútgjald restina av lívinum.

 

- Vit eru púra samd við handverkarunum, at lívrentuparturin skeiklar lógarkravdu pensjónsuppsparingina og ger hana órættvísa, so tað stendur eftir. Vit gjørdu eisini vart við hetta og mæltu til at broyta tað, longu tá fyrra CEF-samgongan byrjaði arbeiðið við síni pensjónsnýskipan fyri meira enn 10 árum síðan. Hetta má og skal broytast nú.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN), nú Føroya Handverkarafelag hevur heitt á Løgtingið, sum í løtuni viðger broytingar í eftirlønarlóggávuni, um at strika kravið um lívrentu í eftirlønaruppsparingini, ella í hvussu er at minka lívrentupartin munandi.

Í grein, sum Føroya Handverkarafelag almannakunngjørdi fyrr í hesum mánaðinum, bleiv neyvt útgreinað, hvussu lívrentuparturin ávirkar pensjónsviðurskiftini hjá handverkarunum tann skeiva vegin. Leinki til greinina á heimasíðuni hjá Føroya Handverkarafelag er HER.

 

Órættvís skipan

Annfinnur Garðalíð ger vart við, at ítøkiliga ávirkanin, sum lívrentan hevur á pensjónsviðurskiftini hjá tí einstaka, kann vera rættiliga ymisk alt eftir, hvønn fakbólk talan er um, men at skipanin samanumtikið er órættvís fyri allar bólkar.

Í verandi líki krevur lógin, at í minsta lagi 45 prosent av uppsparda virðinum verða goldin út sum lívrenta. Hon verður útgoldin sum mánaðarútgjald, líka til pensjonisturin doyr. Men tá steðgar veitingin eisini í somu løtu, meðan hini 55 prosentini av pensjónsuppsparingini, sum eru annaðhvørt bara lutaeftirløn ella ein samanseting av lutaeftirløn og kapitalútgjaldi, kunnu arvast av hjúnafelaga ella børnum.

Órætvísið gerst serliga sjónligt, um pensjonisturin doyr stutt eftir pensjónsaldur, tí ein lítil helvt av pensjónsuppsparingini – nevniliga lívrentan – bara dettur burtur.

 

Virkar øvugt

Men tað virkar beint øvugt, um pensjónsuppspararin ikki gerst gamal, vísir Annfinnur Garðalíð á.

- Tað hendir meira enn so, at pensjoneraðir navigatørar doyggja alt ov tíðliga. Tá vildi eg sagt, at ein samhaldsføst pensjónsskipan best møguligt tryggjaði fíggjarstøðuna hjá eftirsitaranum. So er ikki, tvørturímóti, tí føroyska skipanin er ringast fyri familjurnar hjá teimum, sum liva stytst. Tað er eisini júst tað, sum Føroya Handverkarafelag ger greitt, at tað eru fakbólkarnir við lægst miðallivialdri, ið rinda fyri  fakbólkarnar við hægst livialdri, sigur hann.

Galdandi eftirlønarlóg ásetir í grein 9, stk. 2 hesar treytir fyri eftirlønarútgjaldinum:

 

 

Ynski um størri frælsi

Stendur tað til FSN-formannin, bleiv kravið um lívrentu strikað úr lógini, alt sum tað var, og hann heldur eisini, at uppspararin sjálvur í nógv størri mun skal sleppa at gera av, hvat skal setast í staðin.

– Tað ber sjálvandi til bara at hava lutaeftirløn og kapitalútgjald, men eg veit, at í hvussu er nógvir av okkara limum nógv heldur høvdu viljað sloppið at brúkt nøkur prosent av kravdu uppsparingini í dag til at niðurgjalda bústaðarlán við. Tað er jú í roynd og veru eisini uppsparing, og eg haldi, at tað generelt hevði skapt størri nøgdsemi millum fólk,  um tey fingu eitt sindur meira frælsi til sjálv at gera av, hvussu tey spardu upp, sigur Annfinnur Garðalíð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga
Góðska
Matvørubreytin framleiðir framtíðar kokk…
Bílegg borð á Testovuni Marin Malena
Sterk signal úr Evropa - og ein avgerand…
Altjóða holocaustdagu­rin – ein serlig up…
Tilnevn­ingar til ÍtróttaVENJA­RIN 2025
Dávur vitjar Norðlýsið
Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklin…
Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Varpinum
Nei til veðurlags­lóg
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…