Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Alessio Mesiano

Veðrið í Skopun

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  29.01.2026 - 13:00 Tíðindi Veðrið

Skopun er norðasta bygdin á Sandoynni og vendir í landnyrðing. Norðureftir ímóti Skopunarfirði er opið, men oyggjarnar norðanfyri verja ímóti brimi og mesta av avfallinum.

Eysturættirnar koma ótarnaðar av opnum havi inn á bygdina. Vindurin er yvirhøvur javnur á hesum ættum, men tær eru ringar brimættir, og sjórók kann kennast um alla bygdina.

Høgættirnar eru vanliga góðar, tí oyggjarnar norðanfyri verja. Tá er einki brim og vanliga turt.

Lágættirnar liggja av landi og geva ikki brim. Men lotið skal fyrst upp um fjøll ella gjøgnum dalar og skørð, áðrenn tær raka bygdina. Hetta gevur góða verju, tá ið veðrið er gott, men ójavnan vind við hørðum hvirlum í illveðri. Skaðaættin er útsynningur vestan, líka sum í Haraldssundi.

Á heysti 2024 var gjørd samrøða við stað- og veðurkendar skopuningar. Tað sum kom úr samrøðuni saman við tí sum stendur um veðrið í bókini Stríðið er vunnið, kann lesast á heimasíðuni hjá Veðursotvu Føroya - vedur.fo. Farið inn á menuina, sum er ovast til høgru, síðani undir Vitan og vel so Skopun. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing