Lýsing
Lýsing
Klaksvíkingur settur sum venjari hjá Eiðis róðrarfelag
Væntandi verða millum fýra og seks manningar í ár.
Eiðis róðrarfelag skrivar:
Týsdagin 27. januar hevði Eiðis róðrarfelag manningarfund. Fleiri ungdómar vóru á fundinum, og komandi kappingarár sær ógvuliga spennandi út. Tvey nýgg 5-mannafør eru á veg, og tað verða væntandi 4 til 6 manningar
Á fundinum varð kunngjørt, at felagið hevur sett nýggjan venjara. Talan er um 41 ára gamla klaksvíkingin John Reid Ziska Jacobsen, sum er búsitandi í Havn og hevur drúgvar royndir innan kappróður.
Vit í Eiðis róðrarfelag ynskja John Reid hjartaliga vælkomnum og síggja fram til gott samstarv og eitt spennandi og mennandi kappingarár
Seinastu tíðindini