Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsløn og íverksetanarstuðul 2026

SKRIVAÐ: Mentanargrunnur Landsins  |  29.01.2026 - 10:59 Mentan Tíðindi

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2026.

 

Støðið á umsóknum til starvsløn og íverksetanarstuðul var sera høgt til hetta stuðulsumfarið og grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir.

Starvsløn varð latin

• Barbaru í Gongini, listafólki í 12 mánaðir

• Annu Katrin Ø. Egilstrøð, tónaskaldi í 6 mánaðir

• Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir

 

Harumframt fingu 58 umsøkjarar starvsløn í ávikavist 1, 2, 3, og 4 mánaðir.

Grunnurin fekk í alt 97 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 25 mió. Av hesum vóru 61 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 107 mánaðarlønir fyri tilsamans DKK 4,5 mió.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Starvslønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15% í eftirløn.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listaligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Íverksetanarstuðul varð latin

• Hans Haldór Poulsen (tónleikur)

• Maibritt Marjunardóttir (listhandverk)

• Una Debess (tónleikur)

• Theodor Kapnas (tónleikur)

 

Endamálið við íverksetanarstuðuli er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin verður latin verkætlan, ið nevndin metir hevur listalig dygdareyðkenni.

Íverksetanarstuðulin er DKK 75.000 árliga.

Umsøkjarar til íverksetanarstuðul vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata 4 umsøkjarum íverksetanarstuðul fyri tilsamans DKK 300.000.

Hedvig Westerlund-Kapnas luttók ikki í viðgerðini av umsóknum til íverksetanarstuðul fyri 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsfundur í dag
Jógvan vitjar Norðlýsið
Starvsløn og íverksetanarstuðul 2026
Norðsøki 10.000 pund
Ormurin Langi er mannaður
Niclas og Jákup samdir: KÍ vinnur FM
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…
Petter Stordalen fegnast um KG
Samuel Rachlin á Torradøgunum
Sámal Jákup nýggjur U18-venjari
Torradagar: Samuel Rachlin framløgu um P…
Gimmi til Sands
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar