Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samstarv styrkir tænastustøðið

SKRIVAÐ: nbh.fo  |  29.01.2026 - 23:54 Tíðindi

Seinnapartin í dag skipaði Eldraráðið í Norðoyggjum fyri tiltaki, har tey høvdu boðið umboðum frá Talgildu Føroyum, Norðoya Sparikassa og Apoteksverkið Føroya at greiða frá og vegleiða um, hvussu gerandisdagurin kann gerast lættari, tá ið tú skalt samskifta við tað almenna, keypa á netinum ella bíleggja heilivág á apotekinum.

 

Formaðurin í Eldraráðnum, Steinbjørn O. Jacobsen, var væl nøgdur við tiltakið.

- Hóast eg hevði tær flestu appirnar, so mennast møguleikarnir við rúkandi ferð. Tað er ikki altíð nemt at fylgja við, og tí var hetta ein góður møguleiki at royna ymisku hentleikarnar, og hava røttu hjálpina við sína lið. 

- Steinbjørn sigur, at tað var ikki gamalt, at man sat í sofuni og hugdi í eina app fyri at vita, hvussu long bíðirøðin er á apotekinum ella, at man bara við at brúka koyrikortið, sum liggur á skjáttini, kann keypa heilivág í eini boks, sum hevur opið alla náttina. 

Durita Hansen, frá Talgildu Føroyum, fegnast eisini um, at Norðoya Sparikassi eisini luttók, tí tað er so umráðandi at øll, sum virka á talgildu pallunum, samstarva, soleiðis, at tænastustøðið hjá brúkaranum verður so gott sum møguligt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samstarv styrkir tænastustøðið
Neistin dróg longra stráið
Frændi við nýggjum friðarsangi
Soleiðis verður á KG
Størri lodnukvota í Íslandi
Veðurlags­lóg bygd á vitan - ikki á smart…
Klaksvík­ingur settur sum venjari hjá Eið…
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Veðrið í Skopun
Stjørnan og Neistin í kvøld
Egga á Viðareiði vitjar Norðlýsið
Býráðsfundur í dag
Starvsløn og íverksetanarstuðul 2026
Norðsøki 10.000 pund
Ormurin Langi er mannaður
Niclas og Jákup samdir: KÍ vinnur FM
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…