Er ikki løgreglumaður umborð
-Eg eri ikki løgreglumaður umborð, men vanligur dekkari, hóast manningin viðhvørt kallar meg løgreglumann.
Orðini eigur Mikael Dalbø, sum síðstu tíggju árini hevur siglt við pelagiska trolaranum Norðingi.
Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð mikudagin, hitti hann nakrar av manningini, harímillum Mikael.
Teir bíðaðu eftir landingartørni, so tíð var til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.
Uppá fyrispurning hví hann valdi sjólívið fram um at verða løgreglumaður, svaraði hann:
-Søgan er í stuttum tann, at eg var útbúgvin løgreglumaður í 1985. Fyrstu trý árini arbeiddi eg í Danmark. Í 1988 byrjaði eg sum løgreglumaður í Klaksvík. Eg treivst væl, men aftaná 30 ár í starvinum hugsaði eg um, um tað ikki var vert at royna okkurt annað arbeiði!
-Eg var nakað til skips sum ungur, og mær dámdi tað væl. Sjóverk havi eg einki kent til. Tá Norðingur, fyri 10 árum síðani kom, tosaði eg við skiparan Lion Petersen, um eg kundi sleppa við. Eg slapp við og søkti farloyvi frá arbeiðinum hjá løgregluni, sigur hann.
-Mær dámdi væl at sigla og farloyvið gekk skjótt. Tí mátti eg taka støðu til um eg skuldi venda aftur til løgregluna, ella halda á við at sigla. Tá skiparin lovaði mær fasta hýru, segði eg upp hjá løgregluni, sigur Mikael.
-Var tað ein løtt avgerð?
-Nei, tað var tað ikki. Tað er gott arbeiði at vera løgreglumaður, hóast onkrar løtur eru strævnar. Lønin og pensjónin er góð, og tí mátti eg umhugsaði tað í nakrar dagar, sigur hann.
-Eg havi ikki angra avgerðina. Eg havi trivist væl umborð á Norðingi, hóast onkrar keðiligar løtur hava verið. Til dømis hevði tað verið lættari at koyrt løgreglubilin ella orna onkur pappírir í heitari og ljósari skrivstovu heima, enn í sjaskveðri á vetrartíð at royna eftir svartkjafti vestanfyri Írland, sigur Mikael.
-Ert tú løgreglumaður umborð?
-Nei! Eg eri vanligur dekkari umborð og ikki løgreglumaður, hóast manningin viðhvørt kallar meg løgreglumann, sigur Mikael, skálkaliga.
-Eg havi trivist sera væl og manningin er bæði fitt og dugnalig. Harafturat hevur tað gingið væl við fiskiskapinum. Eg havi fylt 67, og eri nærum komin á “landsliðið”, so hetta verður óivað mítt síðsta lønta arbeiði, sigur Mikael.
Norðingur hevði verið á makrelveiðu, og teir høvdu góð 400 tons, sum teir skuldu landa í Kollafirði.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
