Í Sjarpholinum 1926
Fyri snøggum hundrað árum síðani smíðaðu teir árabátar í Sjarpholinum í Havn. Vinstrumegin frá: Jens Mohr, Vigelund á Jagri, Poul Hansen á Verkinum, Petur Hans Poulsen úr Nólsoy og Kjartan Mohr.
Í baksýni hómast norska víkingaskipið Leif Erikson, sum í 1926 legði inn á Havnina ávegis til Amerika. Mynd: Tjóðsavnið.
Jens Mohr
Jens Mohr (1854-1931), faðir Kjartan Mohr, sigldi úti við seglskipum og tók fyrra og seinna part av stýrimanspróvnum umframt prógv at passa guvumaskinu.
Heimafturkomin á klettarnar var Jens Mohr uppií at keypa fleiri skip. Okkurt átti hann einsamallur, men oftast var hann saman við øðrum. Fyrsta skipið átti hann saman við beiggjanum Vilhelmi. Hann førdi hesi skip í longri ella styttri tíð.
Eitt var Lalla Rookh, sum var rættiliga sermerkt skip. Hon hevði áður verið stásskip hjá Kelvin lordi og brúkt til vísindaligar kanningar. Niðriundir var alt tilfar úr góðum viði. Sluppina Galway førdi hann frá 1901 til 1907.
Í 1908 fór Jens Mohr at føra guvuskipið Føring hjá Mortensens monnum á Tvøroyri. Við skipinum sigldi hann niður á Miðjarðarhavið við saltfiski og heim aftur til Føroya við Ibiza-salti. Føring førdi hann til 1913, tá ið skipið varð selt av landinum.
Um vetrarnar hevði Jens Mohr skiparaskúla í Havn. Hetta var privatskúli, og næmingarnir guldu vanliga 80 krónur í part fyri veturin.