Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

Stórsigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.02.2026 - 20:06 Ítrottur Mentan Tíðindi

Stjørnan vann í dag ein greiðan 29-19 sigur á EB í KÍ-høllini. Hávlleiksstøðan var 15-10 til heimaliðið.

Tó var tað EB, sum hevði tað betri byrjanina. Hóast tað gekk javnt á, so var tað EB sum var omaná teir fyrstu 15 minuttirnar. Men so hevði Stjørnan hug at taka yvir, og kundi fara til hálvleiks við eini fimmmálsleiðslu.

EB royndi at svara aftur í seinna hálvleiki, og tá leiktir vóru 10 minuttir av seinna hálvleiki, var leiðsluna hjá Stjørnuni minkað til tvey mál, støðan var tá 17-15 til heimaliðið. Nærri kom EB ikki, og tað sum eftir var, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, og tá dómararnir blíkslaðu fyri seinastu ferð, vísti klokkan 29-19  til Stjørnuna.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Brynja Høj 8, Iulia Nalviko 6, Durita K. Ljósstein 6, Ella L. Samson 3, Ai Waagstein 3, Joan Sørensen 2 og Julia J. Lydersen 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna
KÍ tapti 1-0 móti GAIS
Hesir byrja inni hjá KÍ
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Christian í Grótinum landað størstu sild…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing