Veðrið í vikuni
Hann hevur ligið av landsynningi og eystri stóran partin av januar, og tað fer hann eisini at gera hesa vikuna. Hátrýstøkið norðan fyri okkum flytur seg bert eitt sindur aftur og fram, og sunnanfyri ganga lágtrýst alla tíðina.
Luftin, sum rekur hendan vegin, kemur allan vegin úr Russlandi. Har er sera kalt, men tíbetur ornar hon heilt fitt, áðrenn hon er her. Hitalagið fer at liggja úr frostmarkinum upp í stig, í erva fer tað næstan alla tíðina at vera skýggjað og ælaveður, stundum við vátakava. Tað fer at síggja út, sum á myndini omanfyri.
Mánadagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Allan dsagin skýggjað, tó í støðum stundum hálvskýggjað, og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Týsdagin:
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava. Seinnapartin eitt sindur klárar og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Mikudagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi. Eitt skifti seinnapartin hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið landsynningur, 10 til 15 m/s, tað dregur á luftina, og tað fer at regna. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Hósdagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.
Fríggjadagin:
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.