Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sangskeið verður í Nesvík í vetrarferiuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.02.2026 - 09:00 Tíðindaskriv

Dámar tær væl at syngja? So er at melda teg til Sangskeiðið, sum verður í vetrarferiuni 11.-14 februar í Leguhúsinum í Nesvík.

 

Sangskeiðið er sprutlandi fult av góðum rytmiskum kórsangi. Byrjað verður mikukvøld og so venja vit fleiri góðar kórsangir saman – og enda við eini konsert í stásiligu høllini í Nesvík leygarkvøld.

Nógv kenna væl umtókta Sangfagnaðin, sum er hvørt ár um heystið fyri børn. Og mong eldri minnast væl aftur á sangskeiðini, ið vóru á hvørjum ári, har mong samlaðust at syngja gospel og rytmiskan kórsang. Nú gleða vit okkum til at birta nýtt lív í rytmiska kórsangin aftur fyri øll úr 8. flokki og uppeftir – einki ovara mark.

Kórleiðari er Katrin á Borg, sum hevur nógvar royndir við kórleiðslu og er vælkend á tónleikapallinum í Føroyum. Sangskeiðið endar við eini stórari almennari konsert í høllini í Nesvík leygarkvøldið við kórinum og góðum tónleikabólki við.

Til ber at melda seg til sangskeiðið á www.mission.fo. Seinasta freist at tekna seg er á midnátt mikudagin 4. februar.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Christian í Grótinum landað størstu sild…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg