Lýsing
Lýsing
Lýsing

Finalumøguleikarnir hjá ÍF fána eftir 3-2 tap fyri Mjølni

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  02.02.2026 - 07:06 Ítrottur Tíðindi

Við trimum stigum hevði ÍF enn havt trúnna upp á eitt finalupláss, hóast tað framvegis hevði kravt eitt megnartak, tað sum eftir er av landskappingini, men við bert einum stigi ímóti Mjølni í gjár fánaðu finalumøguleikarnir munandi

 

Polestar-deildin, menn:
ÍF – Mjølnir 2-3 (27-25, 25-18, 23-25, 19-25, 9-15)


Men allar súðir eru tó ikki syftar, tí vinnur ÍF báðar dystirnar á SÍ, sum verða spældir mikudagin 4. og  týsdagin 10. februar, so er ÍF brádliga fýra stig frammanfyri SÍ, sum hevur spælt ein dyst færri

Eftir at Mjølnir hevði verið á odda fyrsta partin av fyrsta setti í gjar, vann ÍF seks stig á rað og fór framum 21-18, áðrenn tað eydnaðist at vinna settið 27-25 við triðja settbóltinum.

ÍF endaði eisini væl í øðrum setti og vann 25-18 og var á odda 22-19 í triðja setti, men Mjølnir javnaði til 22-22 og 23-23 og vann síðan settið 25-23.

ÍF var aftur á odda stóran part av fjórða setti, men eftir 19-18, kom stígur í, og Mjølnir vann teir næstu sjey bóltarnar og settið 25-19.

Í javnbrótaranum javnaði ÍF til 8-8 við trimum stigum á rað, men stokkut var gleðin, tí Mjølnir vann næstu seks bóltarnar, áðrenn settið varð vunnið 15-9.

 

Stigatalva - Polestar deildin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
Torradagar nærkast
Verður skannarin gagnnýttur til alt tað…
Finalumøguleikar­nir hjá ÍF fána eftir 3-…
Storm í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna
KÍ tapti 1-0 móti GAIS
Hesir byrja inni hjá KÍ
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini