Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógv ymiskt er komið á Torra-skránna, men tú kanst eisini leggja títt til - sí niðast í greinini | Mynd: Dávur Winther

Torradagar nærkast

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  02.02.2026 - 09:15 Mentan Tíðindi

Nú byrjar skráin at falla uppá pláss - til ber at seta tiltøk á Torraskránna fyri 2026. Torradagarnir verða á skrá 16. – 21. februar 2026

Í 2007 vóru Torradagarnir á fyrsta sinni á skrá, m.a. tí saknur var í einum savnandi tiltaki á vetri, har tað tó aftur byrjar at ganga móti ljósari tíðum, sum eisini er ein merking av “Torra”.

Torradagar hava verið fyriskipaðir síðani 2027 í Klaksvík í seytjan ár – í 2021 vórðu dagarnir avlýstir vegna sóttina. So hetta verður 18. ferðin, Torradagarnir eru á skrá.

Á Torradøgunum verður ymiskt, sum hevur við sjóvinnu, veiðu og at fáa mat til høldar av ymiskum slag, umrøtt. Veiða og tað, sum rekst uppivið, verður sett í eitt mentarligt ljós.

Úr skránnin kann verða nevnd, Søgan um Verdandi við Óla Jacobsen, Føstulávintsmánakvøld skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri hugnakvøldið í Skálanum við felagssangi og stuttum frásøgnum. Noel Joensen og Jónleif Johannesen spæla undir til sangin. Eisini verður farið uppá gólv við løttum kvæðum og vísur.

Silas og Fuglarnir, Barnaár í Svínoy við Ásmundi Olsen, Hitin á landgrunninum við Boga Hansen, Torratingið í Varpinum, Torrakafé í Betesda - Ásmund Olsen greiðir frá sjólívi sínum, Søgan um sildina við Boga Simonsen, SkipaQuiss við Heri Signar Nolsøe, Gakk og renn - Treysti, Heilsukafé í TSK, Opið hús í TSK, Stóra fiskaborðið í TSK, Samuel Rachlin við fyrilestrinum, Heimurin á einum vegamóti.Heimurin á einum vegamóti - Samuel Rachlin

Til ber umvegis leinkjuna niðanfyri at seta tiltøk á skánna – Skriva heitið á tiltaki, hvar, nær – dag og klokku – og skriva eisini eina frágreiðing um tiltakið - Best um tú sendi eina mynd við, sum kann verða til grein um tiltakið inni í Torrablaðnum. Eru ivamál ber til at skriva til samskiparan, Dáva Winther á dw@klaksvik.fo

Seinasta freist fyri at seta tiltøk á Torraskránna er á miðnátt leygarkvøldið 7. februar 2026!

Tiltøk á Torraskánna

Lýsing
Seinastu tíðindini
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu
Jóannes Bjartalíð fingið nýtt lið
Torradagar nærkast
Verður skannarin gagnnýttur til alt tað…
Finalumøguleikar­nir hjá ÍF fána eftir 3-…
Storm í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna
KÍ tapti 1-0 móti GAIS
Hesir byrja inni hjá KÍ
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari