Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ert tú í Oslo og hevur eina fríløtu, kann avgjørt viðmælast at vitja Akershus-skansan. Hann varð bygdur í 1290'unum, stutt áðrenn Oslo gerst høvuðsstaður í Noregi - og fyri Føroyar. | Mynd: Life in Norway.

Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroyum eisini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.01.2026 - 15:51 Ítrottur Mentan

So mangir føroyingar eru í Oslo í hesum døgum, at tað svarar til samlaða íbúgvatalið í Norðoyggjum, kanska enntá gott og væl. Og søguliga er tað á ein hátt at vitja aftur á gamlar gøtur, tí fyri nøkrum øldum síðani var Oslo høvuðsstaður í ríkinum, har Føroyar eisini vóru. Tað vardi tó ikki so leingi.

Eftir landnámið í 9. øld verður sagt, at Føroyar vóru sjálvstøðugar í eini 200 ár, áðrenn oyggjarnar fóru undir Noregis kong. Ofta verður árstalið 1035 brúkt sum vegamót, tí tá doyði Tróndur í Gøtu og við honum sterkasta mótstøðan ímóti at geva seg undir norsku krúnuna. Frammanundan hevði Sigmundur Brestisson boðað kristindómin í Føroyum, og katolisisman var ein liður í at innlima Føroyar í Noreg. Í 1274 verður Landslógin hjá Magnusi Hákunssyni við viðurnevninum Magnus Lógbøtari samtykt at galda fyri Føroyar eisini.  

Men tá var Bergen, tá Bjørgvin, høvuðsstaður. Oslo var enn ikki vorðin tað. Tað hendi í 1314, men vardi bert eina stokkuta stund í fyrstu syftu. Í 1319 fer Noreg (íroknað Føroyar) í personalunión við Svøríki, og kongurin Magnus Eriksson stýrir báðum londunum íroknað atlond úr Svøríki. Sonur Magnus, Hákun (6.) Magnusson, flytur aftur til Noregs og gerst myndugur kongur har í 1355, men pápin Magnus varðveitir landspartar í Noregi, herundir landøki báðu megin Oslofjørðin. Hesin Hákun giftir seg við Margretu I. av Danmark, tey fáa sonin Ólav, ið sum 6-ára gamal gerst kongur í Danmark og sum 10-ára gamal eisini arvar Noreg eftir pápa sín.

Tá (í 1380) koma Danmark og Noreg saman í personalunión, og í 1397 fáa vit Kalmar-uniónina. Í teimum báðum uniónunum ella samveldunum gerst Keypmannahavn de facto høvuðsstaður.

Tískil hevur Oslo reelt verið høvuðsstaður fyri Føroyar í 30 ár, árini 1314-1319 og aftur 1355-1380.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jø…
Tussj: - ÍF hava hjálpt og stuðla mær nó…
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…