Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein heilsan fra felagsskapinum Mirjam

SKRIVAÐ: Mirjam  |  12.01.2026 - 20:43 Mentan Tíðindaskriv

2025 er farin afturum bak og vit eru farin inn í 2026.

 

 

Ì 2024 vóru vit heppin at fáa skótahjálpina. Tað hevur ligið mær á hjarta at hjálpa børnum úti á bygd, sum ongan skúla hava at ganga í.

Vit fingu eina umbøn frá bygdafólkinum í Henry James Village. Har eru 70 børn, sum ikki ganga í skúla. Bygdin er so fjarlagin, at tey yngru børnini ikki sleppa í skúla fyrr enn tey eru 10/11 áragomul.

Vit fingu 80.000 kr - ein ordans gáva frá skótahjálpini.

Kvinnur og menn í bygdini fóru til verka at fáa tilfar til skúlan. Bygdin liggur í regnskóginum; so mennirnir høgga timbur og kvinnurnar bera tað heim. Vit skulu so keypa bøkur, skúla borð, stólar, talvur o.a. Vit takka tykkum fyri tykkara stuðul til børnini í Liberia, sum eru sloppin í skúla, tí tit hava valgt at stuðla børnum og/ella skúlanum. Tit vita neyvan, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri tað einstaka barnið.

10. Nov. fóru Krista og eg til Liberia. Skúlin varð vígdur tann, 15. nov. 2025. Vit hava lagt myndir út á FB bólkin Mirjam. Har kunnu tit fylgja við. Vinarliga tak tær stundir at síggja filmin. sum var gjørdur um skúlan:

https://www.youtube.com/watch?v=olDOPB9

 

Tit kunnu stuðla skúlanum ella barnið við eini fastari ella eingangs flyting. Konta 9865-3346700

 

Við bestu ynskjum

Vegna Felagskapin Mirjam

Hilda og Krista

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…