Lýsing
Lýsing
Lýsing

Byggibúning við Høganesvegin

SKRIVAÐ: nes.fo  |  12.01.2026 - 15:00 Tíðindi

Kl. 13 í dag, mánadagin 12. januar, verða  fýra grundstykkir seld umvegis søluskipanina á heimasíðuni hjá Nes kommunu. Í dag er talan um trý grundstykkir í nýggju útsstykkingini við Høganesvegin, og so er eitt grundstykki við Ólavsveg. (sí nes.fo)

 

Grundstykkini við Høganesvegin verða í løtuni gjørd byggibúgvin. Tað er Falkon, sum stendur fyri arbeiðnum. Eftir ætlan verða stykkini klár út á várið. 

Falkon hevur eisini, vegna Nes kommunu, staðið fyri at leingja Høganesvegin 180 metrar. Grótið, sum er brúkt til at leingja vegin, og nú til byggibúningina av grundstykkjunum, er tikið úr lendinum oman fyri Høganesvegin.

Lendið oman fyri Høganesvegin er ætlað til íbúðarbygging. Í november 2025 samtykti býráðið í Nes kommunu at víðka um arbeiðstakarasáttmálin millum Nes kommunu og Falkon. Upprunaliga var ætlanin, at íbúðarøkið skuldi vera áleið 3000 fermetrar, men nú verður so talan um áleið 4000 fermetrar.

Nes kommuna fer eisini at gera brúk av størru grótnøgdunum til aðrar verkætlanir, eitt nú til at breiðka vegin á Agninum, oman fyri Kornvatn.

Beint fyri jól varð víðkaði sáttmálin undirskrivaður av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon.

Arbeiðið við at byggibúgva hetta íbúðargrundstykkið verður liðugt út móti sumri 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…