Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

AB og B68 leggja fyri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.01.2026 - 11:03 Ítrottur Tíðindi

Nú er greitt, hvussu leikskráin í meistaradeildini hjá monnum í 2026 fer at síggja út. Lagt verður fyri á Argjum fríggjakvøldið 6. mars tá AB fær vitjan av B68. Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða spældir sunnudagin 8. mars.

Um góðan hálvanannan mánað, leygardagin 28. februar fer bólturin á rull aftur. Ársins fyrsti dystur verður Lions Stórsteypadysturin, sum í ár er millum KÍ, sum í fjør vann greipuna, og HB, ið gjørdist nummar 2 í landskappingini.

Vikuskiftið aftaná verður hol sett á Meistaradeildina hjá monnum, sum í ár verður sparkað í gongd inni í Vika á Argjum. Fyrsti dystur verður fríggjakvøldið 6. mars tá AB, sum flutti upp farna kappingarár, tekur ímóti B68.

Hinir fýra dystirnir í 1. umfari verða spældir sunnudagin 8. mars., og tá møtast liðini soleiðis: B36 – EB/Streymur, NSÍ – Víkingur, 07 Vestur – KÍ og Skála – HB.

Síðsta umfar fyri summarsteðgin er á skránni fyrsta vikuskiftið í juli, og síðani verður tørnað til aftur fyrst í august.

Meistaradeildin hjá monnum endar leygardagin 31. oktobur, og tá eru dystirnir hesir: HB – B36, KÍ – Víkingur, AB – 07 Vestur, B68 – NSÍ og EB/Streymur – Skála.

Øll leikskráin sæst her: Meistaradeildin menn 2026

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður spælt 15. og 16. apríl, fjórðingsfinalurnar eru á skránni 29. og 30. apríl, og hálvfinalurnar verða spældar 13. og 14. mai og 24. og 25. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag