Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var Espen Barth Eide, norskur uttanríkisráðharri (myndin), ið kom við forboðnum til Norebo JSC og Murman Seafood ímóti at koma inn í norskan sjógv og norskar havnir. | Mynd: Atle Staalesen/The Barents Observer.

Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2026 - 10:59 Politikkur Vinna

Norebo, sum er ein tann størsta fiskivinnufyritøkan í Russlandi, hevur gjørt av at stevna norska statinum fyri at hava valt at nokta skipum hjá fyritøkuni atgongd til norskar havnir, eins og í at koma inn í norskt sjóøki. At norska stjórin valdi at forbjóða Norebo atgongd til alt norska sjóøkið út til 200 sjómíl, og ikki bert 12-sjómílamarkið, sum Noreg einsamalt ræður yvir, ger, at málið kemur undir altjóða havrætt.

Bakgrundin fyri, at Noreg tók hesa avgerðina, er 17. sanktiónspakkin hjá ES. ES gjørdi hetta, tí ES metti, at siglingarmynstrið hjá skipum hjá reiðaríum sigldu óreglulig støð – í onkrum føri tætt við kritiskt infrakervi ella hernaðarinstallatiónir – og at har fanst tøkni umborð, sum møguliga kundi verða nýtt til njósnaravirksemi. Norebo vísti aftur, at skipini høvdu borið seg skeivt at.

At síggja til sær Norebo út til at staðfesta, at Noreg kann gera akkurát, sum Noreg hevur hug til, innan fyri 12 sjómíl, ið eru tey sonevndu ”territorialu farvøtnini”. Men at Noreg ikki hevur somu heimildir úr 12 og út á 200 sjómíl, sum er tann sonevnda ”økonomiska zonan” hjá Noregi. Í tí økinum er altjóða havrættur galdandi. 

Rættarmálið kemur fyri í býarrættinum í Oslo tann 26. januar.

 

Kelda og víðari lesnaður (á russiskum): https://ru.thebarentsobserver.com/rukovoditel-rybolovnoj-kompanii-norebo-vitalij-orlov-podal-v-sud-na-norvegiu-izza-sankcij/443233

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…