Lýsing
Lýsing
Lýsing

Venjaratoymið hjá 2. deild sett

SKRIVAÐ:  |  12.01.2026 - 08:24 Ítrottur Tíðindi

Kristoffur Jakobsen og Asbjørn Tunga skulu leiða næstbesta liðið hjá KÍ upp aftur í 1. deild komandi kappingarár. Í felag hava teir drúgvar royndir, ið geva liðnum sterkt grundarlag.

Kristoffur hevur leikt ikki færri enn 328 dystir í bestu deildini í Føroyum, og harafturat hevur hann leikt góðar 200 dystir í 1. feild. Hetta er fyrstuferð at hann roynir seg sum høvuðsvenjari í vaksnu deildunum.

Asbjørn Tunga, hevur drúgvar royndir frá venjarabonkinum. Seinastu tvey kappingarárini hevur hann verið hjálparvenjara hjá besta liðnum hjá NSÍ. Hann hevur eisini verið venjari hjá 1. deild í Klaksvík, tá ið hann, sum høvuðsvenjari, førdi liðið til meistarar.

-  Vit hava fingið eitt sera sterkt venjaratoymi til 2. deild. Asbjørn og Kristoffur hava neyðugu royndirnar og í felag eri eg ikki í iva um, at teir fara at gera eitt gott arbeið fyri at styrkja um 2. deild hjá KÍ, sigur Arnbjørn Danielsen, høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…