Lýsing
Lýsing
Lýsing
Áhugin var stórur fyri talvkappingini á Eiði um vikuskiftið - eisini fyri teimum yngstu.

Íslendingar bestir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2026 - 07:50 Ítrottur Tíðindi

Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar.

 

Símun Þórhallsson vann við sjey stigum av átta møguligum. Dagur Ragnarsson var nummar tvey, eitt hálvt stig aftari. 


Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevði hægsta styrkitalið av øllum, endaði nummar trý við sama stigatali sum Dagur Ragnarsson, Luitjen Akselsson Apol og Jón Kristinn Thorgeirsson. 


Ikki færri enn 135 telvarar hava verið við í kappingini í Kolshøll á Eiði hetta vikuskiftið. Bæði vaksin og ung, børn og gomul, kvinnur og menn, føroyingar, norðurlendingar og onnur við.

 

Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið ratingfavorittur í Janus Open bæði í fjør og aftur í ár, men enn hevur honum ikki eydnast at vinna. Úrtøkan móti fremstu tveimum íslendsku telvarunum var eitt hálvt stig, og tað kom honum aftur um brekku.


Símun Þórhallsson otaði seg eitt hálvt stig framum landsmenninar Dag Ragnarsson og Jón Kristinn Thorgeirsson, og føroyingarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol.


Símun Þórhallsson og Dagur Ragnarsson vóru sum teir einastu ósigraðir í kappingini.


Rógvi Egilstoft, Sjúrður Thorsteinsson og Elias Petersen endaðu eins og Høgni og Luitjen millum teir fremstu tíggju við seks stigum hvør.


Líkt er til, at henda kappingin er komin fyri at vera.


Meira kann lesast á heimasíðuni janusopen.fo.

 

 


Endaliga støðan í topp-10 í Janus Open II:


1. Símun Þórhallsson (2192) Ísland 7 stig
2. IM Dagur Ragnarsson (2363) Ísland 6½ stig
3. IM Høgni Egilstoft Nielsen (2391) Føroyar 6½ stig
4. Luitjen Akselsson Apol (2305) Føroyar 6½ stig
5. Jón Kristinn Thorgeirsson (2270) Ísland 6½ stig
6. Sjúrður Thorsteinsson (2132) Føroyar 6 stig
7. Rógvi Egilstoft (2313) Føroyar 6 stig
8. Søren Bach Hansen (2230) Danmark 6 stig
9. Elias Petersen (2109) Føroyar 6 stig
10. Páll Gauti Jónsson (2133) Ísland 6 stig

 

27 ára gamli íslendingurin Símun Þórhallsson vann talvkappingina Janus Open II á Eiði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…