Lýsing
Lýsing
Lýsing
Plakat gjørd til høvið, tá ið Norðoya Listafelag hátíðahelt sín 40 ára føðingardag í november 2025. Vatnlitsmynd hjá Elinborg Lützen | Mynd: Dávur Winther

Plakat eftir Elinborg Lützen

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  12.01.2026 - 08:12 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá ið Norðoya Listafelag hátíðahelt sín 40 ára føðingardag í november 2025, varð ein plakat gjørd til høvið.

Motivið var ein vatnlitsmynd hjá Elinborg Lützen. Men síðani hevur verið eitt sindur av eini gátu, hvaðani motivið av plakatini hjá Listafelagnum er frá.

Vit hava spurt okkum eitt sindur fyri, og nú er komið undan kavi, at plakatin ella endurprentið av Elinborg Lützen, sum Norðoya Listafelag eigur, er "Uppsalar" - sæð sunnan í frá.

Akkurát sama motiv er eisini gjørt sum linoleumsprent í 24 eintøkum í 1970, og navngivið av Elinborg, hetta havi eg kannað og kann eg vátta at hetta er 100% við vissu, sigur Edward, Fuglø listamaður.

Prentið, sum hongur við trappuna niður í matarsalin í býráðshúsinum í Klaksvík, er sama motiv sum plakatin, ið Elinborg kallar ”Býlingur” – Nr. 9 av 24, sum Elinborg Lützen hevur gjørt í 1975.

Til stuttleika leggi eg hesa myndina við, sum er eitt ”negativ” av plakatini, ein linoleumsskurður, har Elinborg Lützen brúkar ”plakatina” (motivið) som positiv at skera eftir – soleiðis kunnu bygdarløg/býlingar eisini listarliga vendast á høvdið.

Umvent motiv av plakatini, sum Norðoya Listafelag eigurElinborg Lützen var annars meistari í at skera kend motivir í býnum – Gerðar, úti í Klaksvík, Norðoyri og fleiri onnur meistarliga í linoleum – og at hon gjørdi tað í negativum (umvendum sniði), so líktist prentið merkiliga væl.

Hetta er eitt kynstur, sum ikki øll kunnu gera henni eftir.

Plakatin, sum er í A3-stødd, fæst fyri kr. 150,- frá Norðoya Listafelag og frá El-In.

40 ára føðingardagshald í Varpinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…