Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takið tykkum for hundin saman

SKRIVAÐ: Kristin Vestergaard  |  03.01.2026 - 12:14 Lesarabrøv Politikkur

Her eru nøkur uppskot sum tit kunnu siga tykkara meining um, um tit tora.

 

 

Vit vistu ikki av fyri nógvun árum síðani, at vit áttu eina ogn sum mong  misunna okkum. Vit eiga ognina saman og ikki hvør í sær. Henda lagkaka skal býtast so skynsamt, alt øll fáa part i køkuni, og heilt einkult, hvør skal hava tá ikki øll kunnu fáa tað sama, men sum vit á annan hátt mugu tráða eftir at ongin verður fyri vanbýti.

Avtak og set munarbrigdan(Diffirentierðan) skat í gildi beinanvegin.

Setið í gildi ognarskatt, arvaskatt og felagsskatt á felag, ið verða nýtt sum skálkaskjól

Setið punktgjøld á bensin, slikk, sigarettir, snús og alkahol og útleiging.

Hækka botnskattin til 130.000 kr.

Serið gong á íbúðarstuðul til tey, ið sum hava tað fyri neyðini: Lesandi, barnafamiljur har foreldrini hava vanligt arbeiði, einligar mammur og pápar, pensjónistar av øllum sløðum við vanligum pensjónum.

Setið pensjónsaldurin upp sum skjótast, uttan til flakakvinnuna og mannin, útróðarmannin, ísfiskatrolaramannin, betongfólk og smiðjir, vaskikonurnar, snøgt øll sum hava slitið sín kropp sundur sum trýsára gomul. Tey hava við hørðum arbeiði gingið undan fyri okkum onnur, so vit hava havt tað  gott.

Fólkið á flakatrolarum og uppisjóðarskipini hava fingið tillutað kvotur á dýrasta fiski heiminum í býti, fyri at onnur sleppa at fiska av fiskitilfonginum vit øll eiga.

Takið statsgaratera lán við lágari rentu til suðuroyartunnilin, og svølgi æruna eina løtu. So kannn tað lata seg gera.

Skullu vit øll nýta má so sanniliga eisini ýtast eftur førimuni.

Snøgt sagt sera einkult.

Ræst súpan er hesrkin at svølgja.

Og gott nýggjár.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti