Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

SKRIVAÐ: Rúni Johannesen  |  31.12.2025 - 00:51 Lesarabrøv Mentan

Hvussu ein muslimskur depil við tíðini virkar sum ein netverksmotorur – og hví vit sum samfelag mugu byrja at taka støðu til avbjóðingar, ið hava varandi avleiðingar

 

 

Í løtuni verður arbeitt við at seta ein muslimskan depil á stovn í Føroyum. Hóast meirilutin av føroyingum er sera kritiskur móti innflyting av islamsku mentanini, eru eisini mong, sum ivast í, hvat man eginliga skal gera við ein muslimskan depil. Er tað ikki bara eitt lítið stað fyri nøkur fá fólk?

Tá ein institusjón við tíðini er vorðin rótfest, verður hon sera torfør at taka aftur. Hon er ikki longur bara eitt lítið stað, men ein innbygdur partur av samfelagnum. Avgerandi spurningurin er ikki, hvat ein depil, ella eitt “sentur”, lovar seg til í dag. Avgerandi spurningurin er sjálvandi, hvat ein depil verður til við tíðini. Fyri ikki at tosa um, hvat hendir, tá onnur fólk koma til, ella aðrir deplar leggjast afturat.

Sjúrður Skaale segði tað fínt: “Vit skulu ansa forbiðið væl eftir ikki at gera somu feilir sum onnur. Eg hugsi bara: Vissi Ongland ella Týskland ella Frankaríki ella Danmark ella Svøríki vóru í somu støðu sum vit, og sóu, hvat hendir í øðrum londum, har sum islamisman tekur seg fram og hóttir rættarstatin, so høvdu tey sagt: “Okey.. Hatta gera vit ikki!”” (Frihedsbrevet.fo, 18. des. 2025)

Gjøgnumgongdin niðanfyri er fyri stóran part grundað á netverkslæru og lýsir ikki nakran ávísan depil, men einfalt, hvørjar mekanismur gera seg galdandi við tílíkum deplum.

 

Netverk dríva tilflytingina

Gransking í tilflyting og integrasjón vísir greitt, at menningin í eini tilflyting verður drivin av netverkinum á staðnum (De Haas 2010; Blumenstock, Chi og Tan 2025). Eitt netverk er samansett av einstaklingum, relatiónum millum einstaklingar og bygnaði av hesum relatiónum. Bygnaðurin avgerð, hvussu sterkt netverkið er, og hvussu skjótt tað veksur. Harumframt er tilflytingin heldur ikki ein linjurøtt gongd. Í byrjanini av eini tilflyting kann ein bólkur av tilflytarum koma til eitt land av búskaparligum ella politiskum orsøkum. Men við tíðini er tað netverkið sjálvt, felagsskapurin, sum drívur tilflytingina. Hetta kemst av, at relatiónirnar millum tilflytarar, ið longu eru búsettir, gera tað lættari hjá nýggjum tilflytarum at koma til og endurtaka sama mynstur. Hetta hendir serliga millum familju-, hjúna-, vina-, kenninga- og starvsnetverk tvørtur um lond. Fólk fara jú vanliga hagar, tað kennist heimligt. Hetta hendir eisini, hóast politiska skipanin seinni í tilgongdini setir í verk tiltøk, ið gera tað torførari ella minni lokkandi at koma til landið. Tá eitt netverk fyrst er komið í lag, fellir bæði kostnaðurin og váðin fyri nýggjar tilflytarar munandi. Hvør tilflytari ger tað lættari fyri næsta tilflytarin. Tilflytingin verður lættari, tryggari og “bíligari”, tí at etableraða netverkið miðvíst miðlar vitan um arbeiði, bústað, skipanir, sosialir normar og hjúnalag. Næsti tilflytarin í røðini fær sostatt skjótari atgongd til sosialan, mentanarligan og búskaparligan kapital. Ein sjálvstyrkjandi gongd, so at siga.

 

Depil sum netverksmotorur

Uttan ein depil er eitt tilflytaranetverk samansett av leysum relatiónum millum einstaklingar. Sambandið er ofta spjatt, tilvildarligt og hvørvur skjótt, tá persónar flyta ella fella frá. Netverkið er so at siga óstøðugt. Men við einum depli – serliga einum átrúnaðarligum depli – fer man brádliga frá einstaklinga-støði til institusjóns-støði. Nú kann depilin bæði virka stabiliserandi og samskipandi fyri netverkið (Eroğlu Hall og Sevim 2019). Regluligt virksemi av øllum møguligum slagi verður nú rótfest á staðnum eins og uttanfyri staðið, og hetta førir við sær, at relatiónir verða tættar, skipaðar og regluligar. Í og við at depilin verður eitt samlingsstað fyri netverkið, har nýggjar relatiónir lættliga leggjast til, verður depilin eisini ein miðdepil fyri kunning um arbeiði, bústað, parlag, skipanir, trupulleikar, reglar og møguleikar v.m. Somuleiðis kunnu øll hesi viðurskifti nú samskiftast innanhýsis og effektivari.

Við tíðini spíra fram ymsir leiklutir í netverkinum gjøgnum rótfesta samlingsstaðið. Nakrir limir verða átrúnaðarligir leiðarar, nøkur taka sær av samskiftinum, meðan onnur loysa avbjóðingar av ymsum slagi. Netverkið verður við tíðini meira skipað, lættari at reka og lættari at stýra innanífrá. Regluligt samband førir eisini til, at tilknýtið millum fólk verður sterkari og meira loyalt. Og harvið verða normarnir, atburðurin og vitanin í netverkinum meira einsháttað – eisini í gerandisdegnum uttanfyri depilin.

Ein depil er tí ein sambindingarstaður, sum knýtir relatiónir og formaliserar felagsskapin. Kanningar av muslimskum institusjónum í Evropa vísa, at deplar og moskur ofta virka sum skipandi miðdeplar fyri sosialar relatiónir, skapan av normum og innanhýsis stýring (Eroglu Hall 2023; Yar 2023; Pels, Sözeri og Sunier 2021). Tá ein depil fyrst er komin í lag, byrjar netverkið at bera seg sjálvt, og integratiónin fer ofta fyrst og fremst inneftir í netverkið og ikki úteftir í samfelagið (EURISLAM 2012). Á henda hátt virkar ein depil sum ein netverksmotorur, sum bæði stabiliserar og akselererar vøksturin á einum netverki. Í og við at netverkið veksur seg sterkari, veksur tað eisini í funksjónum og verður sostatt minni bundið av samfelagnum rundanum. Og tað er júst hendan mekanisman, sum kann føra eitt átrúnaðarligt netverk yvir í eitt parallelt samfelag.

 

Muslimar og høg innanhýsis samanhangskraft (“high internal cohesion”)

Allir bólkar skapa netverk, og netverk eru sjálvandi ikki eins. Tað er eftirhondini nógv, ið bendir á, at umhvørvið hjá muslimskum minnilutabólkum ofta er merkt av høgari innanhýsis samanhangskraft (Allievi og Nielsen 2002; Koenig 2023; European Commission 2021-2027; Carol 2016; Czymara og Eisentraut 2020). Bólkurin hevur sterk familjubond, lutfalsliga høgan títtleika av hjúnalagi inni í bólkinum, umframt at átrúnaður, gerandislív og sosialt lív eru tætt samantvinnað. Hetta merkir víðari, at netverkini, sum muslimar eru partur av, eru ikki einans praktisk, men eisini normativ. Tað verður álagt, hvussu man skal liva, hvussu man skal uppføra seg, og hvussu man er loyalur yvirfyri felagsskapinum. Man møtist ofta, hjálpir hvørjum øðrum, og øll fáa skjótt eina fatan av, at “tað er soleiðis, vit gera her”. Av somu orsøk er netverkið eisini støðugt tvørturum ættarlið. Samanumtikið verður eitt slíkt netverk nógv sterkari mótvegis umheiminum, og hevur lyndi at akselerera skjótari í einum sjálvstøðugum spori.

 

Útlendsk fígging av deplum og moskum

Ein væl lýst avbjóðing við muslimskum deplum í Evropa er útlendsk fígging (RAND Europe 2015; Cognée 2023; Renders og Kühle 2021; European Parliament 2013). Í muslimska heiminum verður muslimskt virksemi fíggjað tvørturum lond. Hendan fíggingin verður nýtt á fleiri økjum, m.a. til bygningar, útbygging, átrúnaðarligt undirvísingarumhvørvi, eins og løn til imamar, lærarar og fyrisiting. Vanliga er tað ikki einans peningur, sum er í umferð uttanífrá, men eisini hugsjónarligir og organisatoriskir normar. Í Evropa er tað vorðið meira vanligt at krevja gjøgnumskygni um útlendsku fíggingina, og okkurt einstakt land hevur sett forboð í verk, meðan onnur framvegis kjakast um tað (“Law on Islam” í Eysturríki).  

Peningur flytur tingini skjótari. Tá eitt átrúnaðarligt netverk fær áhaldandi fígging til bæði rakstur og íløgur uttanífrá, verður tað jú nógv lættari at seta ferð á og uppbyggja ein størri felagsskap.

 

Magakenslan og rætttíðis varsemi

Tá man leggur tvey og tvey saman, verður tað lættari at síggja gongdina fyri framman. Ein depil í býnum er ikki einans eitt fysiskt stað, men ein netverksmotorur, sum setur ferð á menningina av einum størri netverki. Tá man leggur afturat, at vit hava at gera við eitt fremmant, átrúnaðarligt netverk við sterkari samanhangskraft, høgum burðartali og fígging aftanfyri seg, eru útlit fyri sera kraftigari akselerering. Tíðin er komin til pragmatiskar avgerðir og at taka royndirnar hjá okkara grannalondum í álvara. Somuleiðis er tíðin eisini búgvin til, at vit fylgja okkara magakenslu, í staðin fyri at óttast, hvat onnur halda um okkum.

 

 

Keldir

Allievi, S. og Nielsen, J. S. (2002). Muslim Networks and Transnational Communities in and Across Europe. Leiden: Brill.

Blumenstock, J, Chi, G. og Tan, X. (2025). Migration and the Value of Social Networks. Review of Economic Studies. Oxford University Press.

Carol, S. (2016). Social Integration and Intermarriage in Europe: Islam, Partner-Choices and Parental Influence. Routledge.

Cognée, A. (2023). Mosque Geopolitics in Bosnia and Herzegovina. GIGA Focus Middle East, (3), German Institute for Global and Area Studies (GIGA).

Czymara, C. S. og Eisentraut, M. (2020). A Threat to the Occident? Comparing Human Values of Muslim Immigrants, Christian, and Non-religious Natives in Western Europe. Frontiers in Sociology, 5.

De Haas (2010). The Internal Dynamics of Migration Processes: A Theoretical Inquiry. Journal of Ethnic and Migration Studies, 26(10), s. 1587-1617.

Eroğlu Hall, E. og Sevim, N. (2019). The Role of Mosques in the Transformation From Transnational Spaces to Muslim Cultural and Consumption Spaces. Í Working with Muslim Clients in the Helping Professionals (s. 136-154). IGI Global

EURISLAM (2012). Finding a Place for Islam in Europe: Cultural Interactions between Muslim Immigrants and Receiving Societies. EU FP7 Project.

European Commission (2021-2027). Choosing Islamic Conservatism: Muslim Youth in Europe and the UK and the Question of Social Cohesion. Project No. 101019016.

European Parliament (2013). Salafist/Wahhabite financial support and Influence in Europe. Directorate-General for External Policies

Frihedsbrevet.fo (2025). Er orsøk at óttast ein miðdepil fyri muslimar í Føroyum? Frí mentan 18. des. 2025, poddvarpskjak.

Koenig, M. (2023). Religious Diversity, Islam, and Integration in Western Europe: Dissecting Symbolic, Social, and Institutional Boundary Dynamics. Kölner Zeitscrift für Soziologie und Sozialpsychologie, 75, s. 121-147.

Pels, T., Sözeri, S. og Sunier, T. (2021). Muslim Community Organisations and Religious Socialisation: A Comparative Perspective on Mosque Education in Western Europe. Journal of Muslims in Europe, 10(1), s. 85-112.

RAND (2015). Foreign Financing of Islamic Institutions in the Netherlands: A Study to Assess the Feasibility of Conducting a Comprehensive Analysis. RAND Corporation/WODC

Renders, J. og Kühle, L. (2021). Scrutinizing Transnational Actors’s funding on Islamic Philanthropy in Europe. Aarhus University.

Yar, H. (2023). An Invisible School: Social-Cultural Work of Mosque Organizations. Religions, 14(1), 62.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað