Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betlehems fløtur og Fugloyarhálsur

SKRIVAÐ: Óli A. Reinert á Geilini  |  21.12.2025 - 22:57 Lesarabrøv Mentan

- ein jólahugleiðing úr Svínoy  

 

Eitt kallaðu tey gomlu fyri at njóta skýming. Tað var at sita í friði og lata tað myrkna so líðandi uttan at tendra ljós. Hetta var ofta ein still løta, og sjálvur minnist eg væl frá mínum uppvøkstri í Svínoy eini eldri hjún, ið mangan nutu skýmingina sitandi við borðið framman fyri køksvindeyganum. Eg gekk ofta inn til teirra í uppvøkstrinum, og tað var ikki so sjáldan, at eg eisini fekk skýmingarløtuna við, meðan eg var inni hjá  teimum. Tað varð ikki nógv talað hesa løtuna, kanska okkurt hendinga orð ella ein stuttur setningur. Nú eg minnist aftur á hetta, er tað sum hvíldi ein friður yvir hesi løtuni, og eg minnist, at tað mangan næstan var bølamyrkt inni, áðrenn tey tendraðu ljósið.

At njóta skýming er kanska ikki líka vanligt longur, men kortini má eg siga, at mær dámar væl skýmingina. Eg siti ikki altíð innandura í skýmingini, men um stundir eru, vil eg gjarna sleppa út at ganga mær ein túr, áðrenn tað er vorðið myrkt. Tað ger minni, um tað er myrkt, tá eg komi aftur at húsum.

Gjøgnum árini havi eg gingið mær nógvar túrar í skýmingini, bæði styttri og longri, og ikki so sjáldan er myrkrið fallið á, áðrenn eg eri komin heim aftur.  Hesa tíðina undan jólum skýmir tíðliga, men tað er nakað serligt við vetrartíðini eisini. Allar árstíðir hava sítt góða, og sum eg havi gingið um gøturnar og í haganum hesa tíðina í adventini, hava tankarnir reikað víða. Minni frá barna- og ungdómsárum her í Svínoy hava fylgt mær, og nú jólini stunda til, eru tað serliga minni frá adventstíðini, ið hava havt rúmd í tonkunum. Hesi minni skapa so aftur sínar egnu hugmyndir, og havi eg eftir førimuni roynt at fest á blað nakrar av hesum hugmyndunum, ið hava fylgt mær. Henda hugleiðing er tí ein samanskriving av mongum túrum í skýmingini og eisini kvøldarmyrkrinum. Hetta skal skiljast soleiðis, at hon byggir á fleiri túrar, men er skrivað sum um talan bert er um ein túr. Eg vil bara nevna hetta frammanundan, fyri at eingin misskiljing skal verða.

 

-----------------

 

 

Tað kennist í luftini, at jólini nærkast. Jú, dagarnir eru stuttir og kvøldini long, men tað er ikki bara tað, ið boðar frá hesum. Tað er, sum hvílir ein dámur av onkrum friðfyltum minnismyndum yvir øllum, ið livir og rørist í bygdini. Njótrandi seyður á bóli, gvaggandi dunnur í ánni og smáfuglar, sum pikka og skavast í moldini,  vilja líkasum minna meg á eitthvørt, ið rørist so fjálgt í barmi hesa mildu stund, nú skýmingin seigliga setur yvir bø og húsatekjur.

 

Tað er so stilt í kvøld. Mánin stendur so bjartur á luftini og tær fyrstu stjørnurnar síggjast longu eisini kaga fram á hválvinum. Tað dimmist nú so líðandi, meðan eg stillisliga gangi mær ein túr gjøgnum bygdina. Eg havi ikki skund. Úr hvørjum húsarhorni tala minnini um farnar dagar við látri og barnaspæli. Eisini ungdómstíðin við sínum káta leiki fær rúmd í huganum hesa løtuna, og ein kensla av takksemi merkist í barminum; tað er so mangt gott at minnast afturá frá barna- og ungdómsárunum. Og so er tað henda tíðin, adventin, sum í sær sjálvum eisini ber so mong minni við sær.

Eg gangi mær út gjøgnum Kleivina og steðgi eina løtu á við gamla skúlan. Tignarligur í síni elli stendur hann har í skýmingini. Tigandi tala veggirnir um farin ár við rokning, skriving og lesibókum, men eisini um sang og spæl – og um jól. Eg gangi mær oman um skúlan og skeiti inn gjøgnum vindeyguni. Hesa tíðina plagdu veggirnir at vera pyntaðir við jólakalendarum og øðrum jólaprýði, og vit børnini sungu jólasangir og høvdu jólasangir fyri, ið vit skuldu læra uttanat. Nú, eg standi her við skúlan, er tað, sum um eg eina løtu verði fluttur aftur í tíð. Jólasangirnir, ið vit sungu, standa nú so livandi í minninum , og jólahugnin, ið hvíldi yvir skúlagongdini hesa tíðina, vaknar aftur til lívs, og eg hugsi við mær sjálvum, at tað ofta var í slíkum mildum vetarveðri í adventini, at vit plagdu at fara eftir jólatorvi um kvøldarnar. Eg standi eina løtu og hugsi um hetta. Ein torvlutur stendur enn á heiðini har eysturi. Eg havi ikki fingið í lag at borið hann inn, men skal eg fara mær ein túr í kvøld eftir nøkrum fáum torvum? Eg minnist  tá vit vóru børn, hvussu hugnaligt tað kundi vera, tá vit saman í flokki fóru eystur í Langagrønu fyri at taka nakrar  torvur heim til jóla. Vit plagdu at fara um kvøldið í góðum veðri, og á túrinum sungu vit jólasangir.

Jú, eg skal fara mær eystur, hugsi eg. Veðrið er júst so, sum tað skal vera á einum slíkum túri; mánalýsi og stjørnuklárt.  Eg fari heim og stingi ein lítlan beriposa upp á meg. Eg ætli ikki at taka so nógvar torvur heim við mær, kanska eini tvær – tríggjar fyri eitt eiti skyld. Eg drekki eitt sindur av vatni, taki eisini eina lítla lykt, sum eg stingi í lumman, og so fari eg. Tað er nú mest sum fullskýmt , men mánalýsi er, so tað er ikki so myrkt kortini. Hundurin er við mær, men annars eri eg einsamallur. Tá  vit sum børn fóru í flokki eystureftir, høvdu vit ofta trillubøru við okkum. Nú gekk eg leysur við fjallstavi í hondini og gav mær góðar stundir. Eg vildi njóta løtuna; tað var so mangt, ið rørdist í sinninum, nú eg aftur einaferð skuldi eftir jólatorvi og gekk hesa somu leið, har vit sum børn og ung eisini gingu, tá vit fóru eftir nøkrum torvum at bera heim til jóla.

Eg fari eftir ovara vegi og gangi fram við minnisvarðanum, ið liggur so blankur í mánalýsinum. Himmalhválvið speglast í  honum, og ein kensla av dýpd og ævinleika fyllir sinnið. Her gangi eg undir einari stjørnufjøld, ið er er so ófatiliga stór og víð, at hugflogið rúmar tí ikki, og henda sama stjørnufjøld vakir yvir heiðini, nú eg komi út um bygdina og burtur frá gøtuljósunum. Eg gangi spakuliga eystureftir; tað valdar ein friður yvir øllum, ið eg síggi. Fjallarøðin er so upplýst í mánalýsinum, og brekkurnar í  fjøllunum og hamrarnir síggjast týðiliga. Víkin er eisini so blonk at síggja, og eg kveiti út móti Draganum. Eg hugsi við mær sjálvum, hvussu stórbær náttúran er og hvussu vakurt alt talar til mín hetta frostklára vetrarkvøld. Á Draganum havi eg verið óteljandi ferðir og nú skoði eg hann í fjarstøðu her á vegnum eystur á Fugloyarháls, meðan tankarnir sveima í minnum um  jól og jólahugna frá barnaárunum her í Svínoy. Eg eri nú komin eystur í Djúpadal og líti nú aftur upp móti stjørnuhválvinum. Óteljandi í síni dýrd skoða tær yvir jørðina, og áðrenn eg veit av, so hoyri eg meg sjálvan syngja ”Fagur himin er at sjá, stjørnuglóvan, luftin blá. Stjørnur glampa, stjørnur bleiktra, blídliga tær okkum veittra upp til himmals foldum frá.”

Tað var jú soleiðis,  vit plagdu at gera, tá vit sum børn fóru eftir jólatorvi undir glampandi stjørnum eitt vakurt vetrarkvøld í  adventini. Tá sungu vit hesar vælkendu jólasangirnar, meðan máni og stjørnur eygleiddu okkum har vit gingu so hugagóð  í kvøldarlotinum.

Eg nærkist nú Fugloyarhálsi. Í lágni til høgru handar eitt sindur burtur frá vegnum standa nøkur torvhús við flagtekju, eg hómi tey so dánt í skýmingini. Tey eru  umvæld fyri nøkrum árum síðani av manni her í bygdini, og fyri mær eru tey so jólalig at síggja, har tey standa á heiðini, sigandi sína egnu søgu um farna tíð, tá torv varð skorið og borið burtur fyri síðani at verða borið inn, tá tað var turt.

Við vegin á sjálvum Fugloyarhálsi standa eisini tvey torvhús, ið nýliga eru umvæld. Tey eru samanbygd og hava flagtekju. Longri niðri við vegin stendur eitt afturat, sum nýliga er umvælt, so sigast má, at svínoyingar hava ikki gloymt síni torvhús, men eru góðir við tey. Annars eru nógvar torvhúsagrundir at síggja ymsastaðni í haganum, tí nógv torv hevur verið skorið her gjøgnum tíðina.

 

 

Nú, eg eri komin eystur á Fugloyarháls, síggi eg yvir á Fugloynna.  Gøtuljósini á Kirkju kennast so fjálg í kvøldarmyrkrinum og bera mær líkasum boð um, at eg eri ikki einsamallur her undir stjørnunum; á grannaoynni búleikast eisini fólk, sum kunnu njóta hesa vøkru stund í frostklárari kvirru og mánalýsi. Eg minnist eisini, at vit sum børn plagdu at lýsa við lyktunum yvir móti Fugloynni og blinka við teimum fyri líkasum at gera vart við okkum. Onkuntíð svaraðu tey vist eisini aftur á Fugloynni og blinkaðu afturímóti. Hetta var jú í tíðini, langt áðrenn nakar var farin at ganga við fartelefon í lummanum.

Staddur á Fugloyarhálsi steðgi eg á eina løtu. Ein bonkur stendur við vegin beint við torvhúsið á sjálvum hálsinum, og eg seti meg eina løtu og hvíli beinini. Løtan er full av minnum. Tað er sum um árini, ið farin eru, síðani vit sum børn vóru her á heiðini eftir jólatorvi, nú brádliga kennast so stutt, hóast tað nærum er hálv øld síðani. Ein regla úr yrking hjá  Christiani Matras rennur mær í huga. Í sanginum ”Tú gakk tær fram við ánni” tekur hann soleiðis til í teimum síðstu reglunum í fyrsta ørindi: ”tá er tað sum um lívið títt var bert ein lítil løta”.

Sitandi her á Fugloyarhálsi hetta stjørnuklára kvøld í adventini, nú jólini nærkast, kann eg bara nikka játtandi til hesi orðini hjá Christiani Matras. Tað er, sum um eg eina stund aftur merki hesa tíðina frá barnaárunum breiða seg um alt, ið eg síggi, hóast eg veit, at tíðin í dag er ein onnur. Hugurin sveimar, og hugflogið fær nú veruliga luft undir veingirnar. Eg síggi torvhúsið hjá okkum, har tað stendur á heiðini eitt sindur burtur frá vegnum. Har er einki torv nú, og takið er farið av, men grundin stendur uppi. Eg hugsi við mær sjálvum, at eg má ganga mær yvir hagar, annars geri eg ikki rætt, nú minnini eru farin at sveima, og hugflogið skapar sær myndir í huganum. Eg stígi varisliga út á vøllin og gangi so eftir hagalendinum, meðan stjørnurnar tala av himni. Alskins sangir um jól og glampandi  stjørnur mala í huganum, og tað er, sum gerast minnini so livandi aftur, nú eg í kvøldarmyrkrinum gangi mær yvir móti torvhúsagrundini. Gøtuljósini frá Fugloynni, mánin og stjørnurnar syngja fyri mær so vakurt og inniliga um hesar farnu dagarnar, tá vit sum børn og ung sungu jólasangir, meðan vit í kvøldarmyrkrinum vóru farin í hagan eftir jólatorvi. Við torvhúsagrundina er ein flatur steinur, sum eg seti meg á eina løtu. Eg lati hugan sveima og lati meg fylla av hesu stórbæru náttúru, ið eg skoði. Keldufjall og Eysturhøvdi standa sum verndarborgir um Fugloyarháls, og á Fugloynni  standa Klubbin og Eystfelli og skoða yvir á Svínoynna,  meðan kvøldarlotið varliga andar í kvirruni. Tað er, sum hoyrist lotið teska í hagagrasinum um fornar hendingar og ber tíðindi frá fjarum øldum og londum langt burturi, meðan  sangirnir um jól og stjørnur ljóða so vakrir í huganum:

”Stjørnulýsið jólanátt / skein sum vant á himni hátt, / alt í einum var at skoða/ stjørna blonk á himnaboga/ sum ein lítil stjørnusól.

Tá ið stjørna blonk og blíð/ kom til sjóndar náttartíð,/ søgnin var, at kongur ríkur,/ ongum øðrum kongum líkur,/ skuldi føðast her á fold.

Eystan fóru vísmenn, tá/ henda stjørna var at sjá,/ merkiskong teir vildu finna,/ honum allar sømdir vinna,/ sum her borin var í heim”.

Hundurin kemur og setur seg hjá mær eina løtu, og eg kíni honum eftir rygginum. Tað er,  sum varnast eisini hann, at eitthvørt er í luftini, eitthvørt, ið so líðandi kemur til sjóndar í huganum, nú vit sita her á Fugloyarhálsi, og tankarnir reika so víða undir hesum glampandi stjørnulofti. Eg varnist nú, at oman av Eysturhøvda koma nú kamelar so stillisliga gangandi oman brekkunar. Hvat munnu kamelar gera her í Svínoy? Hugsi eg. Hoyra teir ikki eysturlondunum til? Í mánalýsinum síggi eg nú, at kamelarnir eru ikki einsamallir. Við teimum í fylgi eru tríggir mans. Teir síggja stásiligir út í skreytbúnað, og kamelarnir bera viðføri teirra á bakinum. Við torvhúsið har við vegin steðga teir  á eina løtu og skimast upp í luftina. Tað sær út, sum um  teir tosa sínámillum um hvørja leið teir skulu fara. Teir hyggja yvir á Fugloynna og út móti Draganum, men peika so heim móti bygdini. Síðani halda teir leiðina fram og ganga stillisliga við kamelunum heim um Fugloyarháls. Eg skilji nú, at tað eru vísmenninir úr eysturlondum, ið hava lagt leiðina hendan vegin. Teir skulu finna kongin, ið føddur er í Dávids stað.

Sum eg siti har við torvhúsagrundina hjá okkum á Fugloyarhálsi, kann eg ikki sleppa tonkunum um jólini og jólaboðskapin. Hendan myndin, har eg í huganum síggi vísmenninar úr eysturlondum koma oman av Eysturhøvda og fara heim um Fugloyarháls, skapar aðrar myndir, ið so líðandi taka skap í huganum. Tað er eisini, sum um minnini frá barnaárunum, har vit í flokki fóru eftir jólatorvi meðan vit sungu jólasangir, blandast saman við hesum hugmyndunum. Eg kenni tað eitt sindur soleiðis, at túrarnir eftir jólatorvi verða flættaðir inn í jólasangirnar, ið vit sungu, so alt verður eitt stórt samanspæl av jólatorvi, jólasangum og tí stórbæru náttúru, vit gingu í.

Eg reisist og fari at ragga mær oman móti torvlutinum, hann er ikki langt herfrá, og sum eg gangi hugsi eg um hirðarnar, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Kanska var tað ein slík nátt sum henda á Fugloyarhálsi? Sangurin hjá Mikkjali á Ryggi sigur tað so vakurt:

”Tað sótu seyðamenn á vakt/ og goymdu sínar smalur,/ alt fylgið hevði stilt seg lagt,/ ei lamb í líðum spælir,/ sjálvt varnir hundar durva smátt,/ í dølum valdar dimma nátt,/ um heimin Harrans friður”.

Eg síggi fyri mær hirðarnar og seyðin á markini. Náttin hevur við veldi fevnt  náttúruna, og teir sita kanska og hálvdúra, tá eingilin trýnur fram og ber teimum boð um barnið, ið føtt var og lá reivað í einari krubbu.

Sum eg standi við torvlutin eri eg so smátt farin at syngja hendan sangin innantanna. Tað fer at verða tíð at ragga sær heimaftur, og eg stingi tvær torvur í beriposan. Eg standi tó fyrst eina løtu og hyggi yvir á Fugloynna. Gøtuljósini á Kirkju vekja eisini minni frá hesum túrunum eftir jólatorvi. Eg taki tí lyktina úr lummanum og lýsi eina løtu yvir á Fugloynna. So blinki eg nakrar ferðir við henni, áðrenn eg aftur raggi mær heim eftir vegnum.

Sangurin um seyðamenninar, sum sótu vakt á markini eina nátt í fjarari øld uttan fyri Betlehem, fylgir mær framvegis, nú eg komi heim um aftur Fugloyarháls. Eg síggi nú aftur ljósini frá bygdini, og tað er fyri mær, sum síggi eg seyðamenninar fara heim í bygdina fyri at finna barnið í krubbuni. Teir ganga undan mær gjøgnum hagan við hirðastavi í hond, og so hvørva teir mær úr eygsjón, tá teir fara heim um heimara háls. Eg kenni hetta umhvørvið so væl. Eg havi so ofta gingið hesa leiðina bæði á sumri og vetri, men í kvøld kennist tað næstan sum um Betlehems fløtur verða fluttar higar til Svínoyar eina stund. Eg standi við heyggin á Barni og síggi hesa vøkru náttúru, ið eg kenni so væl; hon er hesa stund klødd í stjørnur og mánalýsi, og sangir um jól, seyðamenn og barnið í krubbuni klinga so fagurliga um heiðarnar. Keldufjall, Fugloyarhálsur og Eysturhøvdi, ja eisini Dragin gamli tykjast syngja við í hesum fagurljómandi kóri. Í mánalýsinum síggi eg nú aftur seyðamenninar, har teir koma undan heimara hálsi gangandi eystureftir við sangi á varrunum. Teir hava verið í Betlehem og hava funnið barnið í krubbuni. Eitt ørindi úr einum jólasangi rennur aftur fram fyri meg:

 ”Tá teir allir høvdu sæð/ hann, sum øll kann gera glað,/ sóu hvar hann lá so søtur,/ fóru teir til sínar fløtur/ uttan fyri Betlehem,/ uttan fyri Betlehem”.

Ja, nú setast teir aftur hjá seyðafylgjunum, og eg gangi spakuliga heimeftir. Ljósini frá bygdini fáa meg at hugsa um Betlehem, og tað er kanska heldur ikki so løgið. Her havi eg í huganum sæð vísmenninar úr eysturlondum stevna heim móti bygdini og eg síggi fyri mær seyðamenninar, sum nú aftur sita hjá fylgjum sínum í haganum eitt sindur heiman fyri Fugloyarháls. Tað er, sum um Betlehems fløtur og Fugloyarhálsur renna saman í eitt, og sum eg komi heim móti Djúpadali berst tað mær fyri, sum kemur ein flokkur av børnum og ungum  syngjandi eystureftir. Onkur hevur trillubøru og onnur bera kanska ein sekk í hondini. Tey skulu eftir jólatorvi, og eg hoyri, hvussu hugagóð tey syngja:

”Eitt barn er føtt í Betlehem, Betlehem,/ tí gleðir seg Jerusalem. Halleluja, halleluja”.

Tað er fyri mær, sum hesin syngjandi skarin av børnum nú gongur millum seyðamenninar á Betlehems fløtum eitt sindur heiman fyri Fugloyarháls í Svínoy. Eg hugsi við mær sjálvum: ”Munnu tey síggja seyðamenninar, ið sita her í haganum hjá seyðafylgjum sínum?” ”Jú”, hugsi eg: ”barnasinnið er so droymandi, so ivaleyst síggja tey seyðamenninar. Tey hava helst eisini sæð teir, tá eingilin bar boðini um, at ein frelsari var okkum føddur í Betlehem”.

Børnini halda leiðina fram, syngjandi um barnið í krubbuni og um stjørnulýsið jólanátt, og eg sjálvur gangi heimeftir við gleðistárum í eygunum. Eg minnist, at einaferð var eg sjálvur ein drongur, sum saman við øðrum børnum gekk hesa somu leið í kvøldarmyrkrinum eftir jólatorvi. Vit sungu hesar kæru jólasangirnar, og eg veit við mær sjálvum, at hetta eru minnisløtur, ið eingin peningur kann keypa.

Sum eg gangi heimeftir kenni meg fyltan  við takksemi. Takksemi fyri at hava fingið loyvi til at uppliva hesa tíðina í Svínoy. Vit gleddu okkum sum onnur børn til jóla, og vit hugnaðu okkum á ymiskan hátt, og tað eru eisini góð minni at eiga. Kortini stendur hesin siðurin at fara eftir jólatorvi sum nakað serstakt í minninum. Eg veit ikki, um hetta hevur verið siður millum børn í øðrum bygdum, men í Svínoy var tað ein siður, sum vit eisini fingu lut í.

Eg komi nú aftur heim í bygdina. Minnisvarðin stendur enn so blankur, og húsini øll heilsa mær væl afturkomnan av heiðini. Tankarnir gerast nú meiri jarðbundnir, tí eg veit, at tíðin í dag er ein onnur, enn tá vit vóru børn og ung. Fátt er fólk at darta, og børn eru eingi í bygdini longur.  Tað kennist sorgblítt, men jólini eru kortini ein gleðishátíð. Tað, sum hendi í Betlehem, og sum einglarnir boðaðu hirðunum, at okkum er ein frelsari føddur, gevur okkum vón, sum røkkur langt út um tað, ið eygað kann skoða.

Eg gangi heim eftir válinum. Jólatræið lýsir so vakurt, og eg gleðist um hátíðarhaldið, ið var herfyri, tá tað varð tendrað.  Limir úr hornorkestrinum í Klaksvík spældu jólaløg í kirkjuni og røða varð hildin. Mong høvdu tá leitað sær til Svínoyar, og eg hugsi við mær sjálvum, at tað er eitthvørt fjálgt við jólunum, ið soleiðis kann savna fólk.  Eg gangi mær oman eftir Fløtti fyri aftur at leggja leiðina fram við  skúlanum.  Eg standi stillur við skúlan eina løtu og gleðist enn einaferð um tey mongu, góðu minni, eg havi frá skúlatíðini her í  Svínoy. Vit, sum búleikaðust her sum børn, vóru avbyrgd frá øðrum bygdum, men  jólagleðin varð ikki køvd fyri tað.  Jólasangurin  hjá Símuni av Skarði ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” sigur tað so væl í tveimum ørindum. Mær dámar tey so væl, tí uppvaksin á brimplássi á útoyggj, so er  hendan myndin so eyðkend og sigur mær so nógv:

 ”Ei brim við strond, ei ísur í skor/ kann Jesusi forða vegin;/ hann stígur inn for fátæks mans borð,/ har lítil er jólagleðin.  

Ja, Jesus fer í smáttuna inn,/ blíð orð hann við gomul talar,/ hann klappar bleiku barnakinn,/ av himni tá gleðin dalar.”

Eg gangi mær heim til hús og leggi torvurnar frá mær. Á vegginum í køkinum hongur ein jólakalendari. Hann ímyndar nógv av tí sama, ið eg hugleiddi um í haganum. Tað er stjørnuklárt, og Jesus barnið liggur í krubbuni í einum fjósi. Vísmenninir og seyðamenninir eru ávegis til barnið, men í  stjørnulýsinum eru eisini børn og gomul, ið leita sær til krubbuna í Betlehem.

Nakað av hesum untist mær at síggja sum hugmyndir á  Fugloyarhálsi í Svínoy, og kann eg ikki annað enn gleðast um hesi minnini, ið hava fylgt mær á heiðini hetta stjørnuvakra  kvøld í advent.

Ein gongutúrur í skýming og kvøldarmyrkri er komin at enda, og vil eg við hesum ynskja øllum eini Gleðilig jól.

 

Óli A. Reinert á Geilini

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betlehems fløtur og Fugloyar­hálsur
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum
Í týskari fangalegu
Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarre…
Heimafriður minnir á jóla­friðin
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti