Lýsing
Lýsing
KS: Listalig gáva frá Ellinor Mercedis
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið tveir málningar í gávu, frá dugnaligu Ellinor Mercedis
Tann størri, meira avlangi, eitur Tímaglasið, og er málaður júst til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Hann hongur í trappugongini upp til seingjardeildina. Hin málningurin er partur av einari seriu, ið kallast Dreymaserian, og hongur inni á kontórinum hjá skurðlæknunum.
Vit eru sera eyðmjúk og takksom fyri hesa stórfingnu gávu, siga tey frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Seinastu tíðindini